Bruttoinntøkan var slakar 24 milliónir krónur, meðan vinningurin var slakar 9 milliónir krónur.
Framgongdin kemur eftir eitt veikari ár í 2023, tá bæði eftirglóðin av krúnufarsóttini og havnastongsul móti russiskum skipum minkaðu um virksemið. Í 2024 og serliga í 2025 vendi gongdin, og annað virksemi hevur síðani fylt skarðið.

Íløgur hava ávirkað vinningin
Ein orsøk til, at vinningurin ikki er hægri, er, at fleiri íløgur eru gjørdar beinleiðis yvir raksturin. Millum annað er talan um dýping við monteringsbryggjuna á Skála, asfaltering av havnaøkjum og útgerð til móttøku av ferðamannaskipum.
Havnin arbeiðir støðugt við at bøta um infrakervið og tænasturnar. Hetta skal styrkja kappingarførið og leggja lunnar undir víðari vøkstur.
Breiðari vinnugrundarlag gevur støðufesti
Í dag koma inntøkurnar úr fleiri ymiskum vinnukeldum. Hetta ger havnina minni viðkvæma fyri einstøkum broytingum í heimsstøðuni.
Samtíðis eru fleiri nýggjar verkætlanir á veg. Nýggj turrdokk verður bygd hjá Mest á Skála, og nýggjur orkudepil hjá Effo í Søldarfirði er eisini á veg. Eisini verður nýggj bryggja gjørd í sunnara parti av bátahylinum í Runavík.
Sambært havnini bendir nógv á, at árið 2026 fer at liggja á sama støði sum 2025.
Vøkstur í cruisevinnuni
Cruisevinnan hevur fingið størri týdning seinastu árini. Í 2025 vitjaðu 74 ferðamannaskip Føroyar við tilsamans 33.712 ferðafólkum. Av hesum komu 21 skip til havnir í Runavíkar kommunu.
Higartil í 2026 hava 33 skip longu boðað frá vitjan. Tað bendir á vaksandi áhuga fyri økinum.

Runavíkar havn hevur síðani 2010 arbeitt miðvíst við at fáa ferðamannaskip til Skálafjørðin og nærøkið. Royndir við smærri rannsóknarskipum í eitt nú Elduvík, Funningi og Oyndarfirði hava eisini eydnast væl.
Altjóða arbeiði gevur úrslit
Luttøka á altjóða ráðstevnum hevur eisini týdning. Umboð fyri Runavíkar havn hava verið á Seatrade Cruise Global í Miami, sum er størsta ráðstevnan innan cruisevinnu.
Har hava tey havt fundir við útgerðarfeløg og aðrar aktørar. Sambært havnini hevur hetta styrkt sambondini og kann føra til fleiri vitjanir í framtíðini.
Tøl vísa eisini, at umleið 100 skip standa í bíðirøð til at vitja ymiskar destinatatiónir í Runavíkar kommunu.