Ongi úrslit

Runavík fyrireikar seg til nýggjar íløgur

Á býráðsfundi í kvøld varð tað samtykt, at skattaprosent, barnafrádráttur og Spjaldrið vera, sum tey hava verið

runavik.fo/Tórbjørn Jacobsen borgarstjóri
30. oktober kl. 17:56

Barnafrádrátturin verður 10.500 krónur, Spjaldrið er ásett til 3.000 krónur og skattaprosentið verður hitt sama sum í 2025 – 21½%.

Á fundi í býráðssalinum á Glyvrum seinrapartin í dag, samtykti býráðið – við fyrstu viðgerð – fíggjarætlanina fyri árið 2026. Sitandi býráð arvaði fíggjarætlanina fyri verandi ár frá undanfólkunum, harvið er hetta fyrsta veruliga fíggjarætlanin, sum sitandi býráð hevur skrúvað saman.
 
Tilgongdin hevur sum vanligt verið drúgv fram haðartil, at úrslitið nú varð samtykt, hóast tað bíðar eftir einari aðru viðgerð í november mánaði. Síðan í summar hava fyrisiting og politiskar nevndir virkað við málinum, umframt at evnisdagar hava verið hildnir. Á endaligum evnisdegi í Klaksvík – á garði Nólsoyar Páls á Biskupstøð – sat býráðið fyri lítlari viku síðan, í ein hálvan sólarring, og telvaði, áðrenn knúturin varð knýttur um FÆ2026 í fullari semju.
 
Ásetingarnar um barnafrádrátt, frítíðarkort og skattaprosent vera á sama støði sum í 2025. Verandi rakstur hækkar við 4%´um, umframt nýggja kostnaðin av at reka svimjihøllina. Tað er ongin loyna, at stórar íløgur eru gjørdar í kommununi hesi seinastu árini, - eitt nú Fjøruvegurin, útstykkingar, nýggj bryggja á Glyvrum, orkubryggja í Søldarfirði, nýgerð á ítróttarøkjunum, nýtt ráðhús, ungdómshús og ikki minst svimjihøllin, sum er farin við væl av fíggjarligari orku. Tey, sum atkvøddu fyri svimjihøllini, sum verður ein partur av Bylgjuni, vóru væl vitandi um, at hendan íløgan fór at tyngja um skuldina hjá kommununi, og at skuldin fór at kjálka upp ímóti skuldarloftinum, táið verkætlanin var liðug. Kommunan ber allan kostnaðin av høllini, ongin almennur stuðul er inni í hesi verkætlan, og hóast vit í fleiri syftum hava roynt at fingið meirvirðisgjaldið afturborið frá landinum, hevur hetta ikki borið til. Tað hevur verið sum at seta undir klett. Harvið hevur landskassin ein vinning á umleið 10 milliónir krónur av svimjihøllini. Væntandi verður høllin latin upp fyri almennari svimjing fyri jól, og alt bendir á, at avtalaði kostnaðurin heldur, og støðan viðvíkjandi skuldini hjá Runavíkar kommunu er nú hendan:

 Skuldin er nú á leið 86% í mun til skuldarloftið. Eftir eina lutfalsliga stóra íløgu, ræður tað um at fáa luft inn í skipanina aftur, áðrenn farið verður undir stórar íløgur av nýggjum – og fyrstar í røðini eru nú nýbygging á skúla- og dagstovnaøkinum og framhald av Fjøruvegnum - umframt aðrar smærri íløgur, sum eru neyðugar fyri at halda samfelagshjólunum rullandi.
 
Semja er í býráðnum um, at vit minka um seglføringina í 2026 og kanska í 2027 við, soleiðis, at kommunan aftur kann vera brynjað til eina skilagóða framtíð. Í FÆ2026 er ongin lántøka og ætlanin er at minka um skuldina við 26 milliónum krónum.
 
Inntøkurnar eru realistiskt/konservativt ásettar, eisini í mun til hvussu gongdin hevur verið higartil í 2025.
 
Bæði persónsskatturin – bulurin í kommunala búskapinum – og eftirlønarskatturin hava roynst væl higartil í ár, hóast kommunan brúkar væl meiri enn almennu afturberingina til eldraøkið, fyri at Roðin kann halda sera høga støðinum, sum eldraøki okkara er kent fyri. Metingin um felagsskattin fyri 2026 er sera varin, soleiðis sum gongdin, serliga í alivinnuni, hevur verið higartil í 2025.

 Fíggjarkarmurin 2026:

Inntøkur:

Skattur (persóns- og felagsskattur)

257.900.000 kr.

Eftirlønarskattur v.m.

54.000.000 kr.

Total

311.900.000 kr.

 

Útreiðslur:

Rakstur

238.000.000 kr.

Íløgur – ársfíggjaðar

34.900.000 kr.

Rentustuðul

5.000.000 kr.

Egnar rentur

8.000.000 kr.

Avlop í FÆ2026

26.000.000 kr.

Total

311.900.000 kr.

 

Raksturin skipaður á økjum:

Kommunal fyrisiting

23.952.000 kr.

Almannamál

83.478.000 kr.

Børn og ung

54.963.000 kr.

Undirvísing

20.559.000 kr.

Mentamál

25.822.000 kr.

Teknisk mál

20.700.000 kr.

Kommunal virki

8.526.000 kr.

Total

238.000.000 kr.

 

Íløgurnar í 2026 skrivaðar á øki:

Skála søga

0,050

HMS í Rvk

3,500

Fyrireiking av nýggjum dagstovni

0,800

KT í skúlanum

0,300

Ætlan fyri skúlabygging

2,000

Spælipl. í skúlanum v. Løkin

0,750

Løkshøll

0,400

Kykmyndaætlan Løkshøll

0,250

Fornminni

0,200

Standmynd Oyndarf.

0,200

Víkingagarðurin

1,500

Fornminni (Forni)

1,000

Ítr. Høll Skála Oyl. Tennis

1,500

Ítróttarhús í Runavík

1,800

Útibreyt til bogaskjóting

0,100

Kommunal nátthús, Oyndarfj.

0,100

Skúlin í Elduvík

0,400

Ábøtur og umv.

5,500

Miðbýarætlan útiøki v. GS

1,500

Útstykkingar

-0,010

Vinnuøki

1,000

Kirkjugarðar

0,300

Vatn á Skála

0,300

Spillivatn

1,500

Gamli vegur, Oyndarf. v. kirkjuna

1,450

Gøta v.Toftavatn

0,160

Gøta Søldarf. - Lamba

0,100

Gøta Rituv. - Rvk

0,500

Akfør og maskinamboð

0,600

Nýggj renovatiónsstøð

1,000

Fjøruvegurin

2,000

Havnaøkið á Skála

4,000

Glyvra strond

0,150

Total

34,900

 

 

Mest lisið hesa vikuna

Bogi kallar ein spaka fyri ein spaka

27. oktober kl. 18:14

Stjórin í strandferðsluni hevur fingið bót

29. oktober kl. 10:19

Eitt illgitt og sadistiskt netverk hevur breitt seg skjótt á netinum seinastu árini

27. oktober kl. 19:00

Neyðtøkan vardi ov stutt

28. oktober kl. 21:30

Mikkjal hongur í klønum tráði

29. oktober kl. 17:47

Færri møguleikar geva fleiri problemir

28. oktober kl. 10:30