Ongi úrslit

Rúmið – Nýtt staklag frá Døgg Nónsgjógv

Jóhanna Højgaard
28. mai kl. 09:20

"Tá tú kemur inn í rúmið, so brúsar alt innan í mær".

Døgg Nónsgjógv hevur í longri tíð arbeitt við eini heildarútgávu, og gevur í dag út fyrsta staklagið, Rúmið, ið lýsir løtuna, tá man verður raktur av píli Amors.

Hetta er popptónleikur við kanti, meðan eyðkenda og inniliga huglagið hjá Døgg Nónsgjógv enn liggur í røddini. Lagið er skrivað í felag við Høgna Lisberg, sum eisini hevur framleitt.

Høgni Lisberg og Jan Rúni Poulsen hava spælt ljóðførini inn.

"Eg vildi lýsa hasa løtuna, tá alt annað hvørvur og man brádliga bert hevur eygað fyri einum persóni", sigur Døgg um nýggja lagið.

Rúmið kann hoyrast á øllum stroymitænastum frá í dag, mikudegnum.

Stroym nýggja lagið her: https://orcd.co/rumid_single

Mest lisið hesa vikuna

Eitt heilt óvanliga groft æl elvdi til stór skriðulop

8. juni kl. 08:30

Einar er farin

8. juni kl. 22:36

Føroyskur dansur og gott lag

Í gjár kl. 23:50

Kongshjúnini taka føroyingar á bóli

10. juni kl. 22:34

Myndir: Hotel Føroyar veistludøgurði

11. juni kl. 20:20

Myndir: Kongshjúnini vitja Tjarnir

11. juni kl. 15:00