Ríkisveitingin úr Danmark til Føroyar skal varðveitast. Tað er ikki óvæntað, at tað er eitt av málunum, Sambandsflokkurin fer at tvíhalda um í næsta valskeiði.
Men nú flokkurin hevur lagt valskránna til Løgtingsvalið fram, staðfesta tey eisini, at ríkisveitingin skal ikki brúkast til hvat sum helst. Hon skal nevniliga markast til at bøta um vælferð, heldur Sambandsflokkurin.
Samstunds skulu vit raðfesta kjarnutænasturnar og aftur fyri skulu vit skerja óneyðugar almennar útreiðslur. Hetta kann gerast við at útveita almennar uppgávur til fyrimuns fyri bæði borgara og vinnu, sigur Sambandsflokkurin.
Tey siga einki um, hvørjar almenna uppgávur, tey hugsa um.
Vinnan skal blóma og hava tryggar karmar, og tað skal loysa seg hjá øllum at arbeiða. Tí heldur Sambandsflokkurin fast um, at mótrokningin í Fólkapensjónistum skal strikast, so at pensjónistar kunnu arbeiða sum teir vilja, uttan at missa pensjón.
Tey halda ikki, at tað verður so dýrt fyri samfelagið, tí nógv kemur inn aftur í skatti, mvg og øðrum avgjøldum. Tað kann eisini gera sítt til, at minka um tørvin á útlendskari arbeiðsmegi, heldur Sambandsflokkurin.
Flokkurin vil eisini geva Sev kapping við at geva øðrum rúmari ræsur at gera streym - og vinnuvirki skulu eisini fáa loyvi at gera sín egna streym, uttan um Sev.
Tað er bara slík tiltøk, sum kunnu seta ferð á grøna orkuskifti, heldur Sambandsflokkurin. Men á orkuøkinum vil Sambandsflokkurin eisini kanna møguleikarnar fyri at fáa kjarnorku í Føroyum.
Sambandsflokkurin heldur eisini, at vit skulu ikki hava so nógvar, føroyskar sendistovur runt umkring, tí tær eru so illa mannaðar til at gera ordiligt gagn.
Tí skulu sendistovur leggjast saman í sterkari eindir - og tær skulu vera í londum, har tað av álvara ger mun fyri okkara útflutningsvinnu.
Hava vit brúk fyri øðrum sendistovum, eiga vit at brúka tær donsku sendistovurnar. Tað verður heldur ikki sagt, hvørjar sendistovurnar skulu umskipast.
Eisini í Føroyum skulu almennir stovnar leggjast niður og leggjast saman. Eingin almennur stovnur skal hava færri enn 20 starvsfólk, sigur Sambandsflokkurin.
Og fyri at bøta um trivnaðin hjá vanliga fólkinum, vil Sambandsflokkurin hækka gjaldið úr barsilsgrunninum upp í 60.000 krónur um mánaðin.
– Tað skal ikki vera ein fíggjarlig forðing fyri hjá familjum at fáa sær børn og tað skal heldur ikki vera ein fíggjarligur spurningur um tað eru mamman ella pápin, sum fer í barsilsfarloyvi, sigur Bárður á Steig Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum.
Harafturat skal barnafrádrátturin í skattin høkka 2.000 krónur um mánaðin fyri hvørt barnið fyri at bøta um hjá barnafamiljum.
Og somuleiðis skulu starvsfólk á heilsuøkinum og á røktarøkinum, fáa ein serligan skattalætta upp á 25.000 krónur um árið.
Og so vil Sambandsflokkurin eisini seta eina skjóttarbeiðandi arbeiðsbólk at kanna, hvussu vit fyribyrgja øktum kriminaliteti í Føroyum, og at seta neyðug tiltøk í verk. Hetta er við fyrimynd donsku »bandapakkanum«.