Møguleikarnir eru nógvir um man hevur nakrar fríløtur, har man einki veit sær at gera. Ella um man kanska bara hevur hug at gera mun í lívinum hjá øðrum.
Reyði Krossur hevur ofta brúk fyri einari hjálpandi hond ella tvær. Í løtuni lýsa tey til dømis eftir einum ella tveimum, sum hava hug at koyra ein fastan túr einaferð um vikuna, við klæðum úr skiljihøllini í Stiðjagøtu. Sí nærri her
Annars ber eisini til at skriva seg upp her, til ymiskt annað man kan hjálpa við, til dømis at arbeiða í endurnýtsluhandlinum.