Ein franskur maður rendi í dag bilin inn í fólk til gongu umframt súkklarar á oynni Oleron út fyri atlantshavsstrondini í Fraklandi.
Hann særdi fimm fólk og rópti Allahu Akbar!, tá ið hann varð handtikin av løgregluni.
Embætisfólk, eitt nú innanríkisráðharrin Laurent Nunez, siga, at motivið fyri álopinum á einari friðarligari oyggj, sum annars er vælumtókt av ferðafólki, framvegis er ókent. Hann leggur afturat, at ákærdi ikki er á nøkrum eftirlitslista við víðgongdum persónum.