Nú eru fimm ár síðani, at Heilsufrøðiliga Starvsstovan meldaði Bakkafrost fyri at bróta lógina. Talan var um álvarslig brot, og ein bót upp á heilar 67 milliónir varð nevnd.
Løgreglan sigur, at málið er ikki liðugt avgreitt fyrr enn nú. Og úrslitið er, at ákæra verður reist ímóti Bakkafrost í tveimum málum.
Løgreglan sigur, at málið er verið viðgjørt í samstarvi við Statsadvokatin í Keypmannahavn. Fráboðanirnar frá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni fevndu um fleiri ymisk brot. Talan hevur verið um rúgvusmikið tilfar at gjøgnumganga, bæði frá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni og frá Bakkafrost.
Løgreglan sigur, at avgerð er tikin um at reisa ákæru í tveimum førum, hóast talan upprunaliga var um eitt mál, ið fevndi um fleiri skuldsetingar. Ákærurnar snúgva seg um brot á flutningskunngerðina, og ákærurit er sent Føroya Rætti, sum ásetur rættarfund í málinum.
Hinar skuldsetingarnar, sum m.a. vóru um brot á lúsakunngerðina í sambandi við lúsateljingar, eru sleptar. Í summum førum eru skuldsetingarnar sleptar, tí fyrningarfreistin var farin, og í øðrum førum tí tað varð mett, at prógvbyrðan ikki kundi lyftast.
– Langar viðgerðartíðir eru sum heild ikki nøktandi, heldur ikki í hesum málinum, sigur løgreglan. Hóast tað kunnu vera fleiri góðar orsøkir til, at málsviðgerðin av einum máli dregur út, eiga bæði politi og ákæruvald at tryggja, at viðgerðartíðin verður so stutt sum gjørligt. Hetta stremba vit sjálvandi eftir tað fara vit eisini at gera framyvir, sigur løgreglan.