Ongi úrslit

Rakul var dagsins spælari

Føroyski málverjin bjargaði 12 av 31 skotum

Jonhard Hammer
5 tímar síðan

Tað vóru serliga føroyski málverjin Rakul Wardum og miðverjarnir, sum vóru eyðsýndar í  25-21 heimasigrinum móti Portugal.

Í miðverjuni vóru fyri tað mesta liðformaðurin Pernille Brandenborg og Lív B. Zachariasen, og so loysti tvíburasysturin Vár B. Zachariasen av.

Eftir dystin varð Rakul Wardum kosin at vera dagsins spælari.

-Tað gekk væl hjá okkum, og tá ið verjan og miðverjan avrika soleiðis, sum tær gjørdu í kvøld, so eru treytirnar hjá málverjanum góðar, sigur Rakul Wardum.

Og hvussu verður nú?

-Sunnudagin fara vit at spæla í Portugal. Einki er at ivast í, at trýstið á heimaliðið verður sera stórt, og tær fara at leggja nógv fyri móti okkum. Hjá okkum ræður um at avrika soleiðis, sum vit gjørdu í kvøld. Um tað eydnast, og vit vera eitt sindur neyvari og ikki gera mistøk, so eru vónir fyri, at vit kunnu vinna stig og røkka endaspælinum í desember. Tað er stóra málið hjá okkum, sigur Rakul Wardum.

Hon bjargaði 12 av 31 skotroyndum, og tað svarar til 38,71 %. Hin málverjin Annika Fríðheim Petersen bjargaði 1 av 3, og tað svarar til 33,33 %.

Mest lisið hesa vikuna

Hava klistrað ein reyðan seðil á fýra bilar

2. mars kl. 08:56

Frá Ingilín Strøm til Ben Arabo. Javnaðarflokkurin skiftir kós

2. mars kl. 18:42

Støðan er batna - men tað er langt eftir á mál

27. februar kl. 21:00

Atkvøðuslúkur í Javnaðarflokkinum gevst í politikki

27. februar kl. 17:24

Atli er nýggi sambandsmaðurin á Toftum

26. februar kl. 17:31

Var á tingi fyri Tjóðveldi - nú skiftir Beinta flokk

Í gjár kl. 17:59