Ongi úrslit

Prísurin fyri at fáa tak yvir høvdið setti met í fjør - og fer aftur at hækka í ár

Áki Bertholdsen
2 tímar síðan

Prísurin á sethúsum í Føroyum hækkaði 13 prosent í Tað vísir ein nýggj uppgerð hjá Skyn, sum selur hús.

Til samanberingar hækkaðu prísirni bara eitt prosent í í 2024 og fýra prosent í 2023.

Bústaðarprísurin hækkaði kring alt landið, og 2025 var áttanda árið á rað, at prísurin á bústøðum hækkaði, sigur Skyn í tíðindaskrivi. Í 2018 lækkaði miðalprísurin fimm prosent

Stórur vøkstur í Havn og smærri býunum

Hyggja vit eftir høvuðsstaðnum hækkaði prísurin 14 prosent í fjør og í teimum smærri býunum, ella stóru bygdunum, høkkaði hann 12 prosent.

Í krónum og oyrum er talan um ein miðalprís upp á 4,4 milliónir fyri ein bústað í Havn og 2,6 milliónir fyri ein bústað í smærri býunum, ella stóru bygdunum.

Tá eru íbúðir ikki taldar við, men bara sethús.

Prísurin á íbúðum í Havn vaks tvey prosent í fjør. Orsøkin til, at prísurin á íbúðum er hækkaður so lítið, er, millum annað, at fleiri smáar íbúðir vórðu seldar í fjør sammett við onnur ár, og hetta ávirkaði miðalprísin á íbúðum.

Men verður hugt eftir støddini, var fermetraprísin methøgur í fjør. Í fjør kostaði ein íbúð í Havn í miðal, 41.404 krónur fermeturin.  

Til samanberingar var fermetrarprísurin á sethúsum í Havn 30.532 krónur og í teimum smærru býunum, ella størri bygdunum, var hann 18.962 krónur fermeturin.

Fermetrarprísurin á íbúðum í Havn hækkaði 17 prosent í fjør.

Eisini príshækkingar í smærru bygdunum

Hyggja vit eftir bústaðarprísinum í teim smærri bygdunum, síggja vit eisini ein vøkstur. Prísurin vaks fýra prosent í fjør.

Húsini í Suðuroy og Sandoy verða bólkað fyri seg, og har var vøksturin 29 prosent.

Orsøkin til lutfalsliga høga prísvøksturin har er, at talið á seldum bústøðum er lutfalsliga lágt, og tí síggjast størri sveiggj í prísbroytingunum í Suðuroy og í Sandoy.

Umframt prísvøksturin, er talið á seldum ognum eisini hækkað í fjør. Síðani 2019 vórðu flest ognir seldar í fjør, og hyggja vit eftir útlitunum fyri í ár, eru tey sum heild góð, sigur Skyn,  

Í fjør hava vit sæð eina gongd við meiri ferð á søluni, tað varð skjótari at selja ein bústað og útboðið vaks, sigur Skyn.

Hetta hevur tó ikki havt við sær, at prísurin hevur javnað seg, og eftir mínum tykki er hetta eitt greitt tekin um, at tørvur er á fleiri bústaðum - bæði til at eiga og til at leiga, sigur Petur Mohr Nielsen, stjóri í Skyn.

– Tó skal sigast, at hetta eisini er nakað, ið føroyingar hava tikið til sín, og í løtuni eru fleiri stórar ætlanir í umbúna um at byggja íbúðir og raðhús.

Vónandi fer tað at geva fleiri møguleika antin at ogna sær ein bústað ella finna ein bústað at leiga, sigur stjórin í Skyn.

– Vit vænta, at gongdin við hækkandi prísum fer at halda fram í ár, og hann metir, at prísvøksturin fer at vera nøkur fá prosentstig, sigur Petur Mohr Nielsen.

 

Mest lisið hesa vikuna

Nógvir føroyingar í kirkju í Oslo í morgun

18. januar kl. 15:46

Turrur fiskur gevur styrki og orku

17. januar kl. 16:19

Hann stúrir fyri gongdini við útlendingum í Føroyum - nú skulu tøl á borðið

Í gjár kl. 08:51

Myndir: Lív í umborð

15. januar kl. 19:20

Nú geva tunlarnir ikki longur hall

19. januar kl. 09:34

Pápi og tvey børn sluppu óskadd frá ferðsluóhappi

18. januar kl. 09:41