Fyrstu dystirnir í Polestar deildini fyri menn verða sunnudagin 22. september. Tá tekur SÍ ímóti ÍF og Mjølnir tekur ímóti Fleyr
Dystuin í Sørvági verður sunnudagin kl. 16.00. Dysturin í Klaksvík verður eisini sunnudagin kl. 16.00.
Lagt er upp til eina spennandi kapping. Seinastu nógvu árini hevur Mjølnir verið at kalla einaráðandi í landskappingini, men líkt er til, at SÍ í ár hevur sett sær fyri at taka kappingina upp við Mjølnir.
Soleiðis sum liðini hava brynjað seg til kappingina er tí líkt til, at kappingin kann fara at gerast ein kapprenning milum Mjølnir og SÍ.
Mjølnir hevur lagt nógv fyri í fyrireikingunum til hetta kappingarárið. Ein av orsøkunum er, at Mjølnir aftur í ár fer at luttaka í CEV-Challenge Cup. Við tað at luttøkan í oktober 2023 var sera væleydnað, hevur leiðslan í Mjølnir helst finguið blóð uppá tonnað og vón um, at tað kann vera gjørligt at leika seg víðari til næsta umfar í hesi kappingini. Mjølnir hevur tryggjað sær, at Phil Freere, sum ein góðan dag helst er ein av bestu leikarunum í Føroyum er aftur í felagnum. Umframt Phil hevur Mjølnir fingið Ilic tvíburarnar - Vuk og Fiiip - úr ÍF og tveir kanadiumenn til felagið - Alain Pineault og Michael Rowsell, sum samstundis er leikandi venjari. Gamla gardan við Thorvald Danielsen á odda heldur eisini áfram.
SÍ, sum vann steypafinaluna ímóti Mjølnir í fjør, hevur mist Lukas Poulsen og Jákup Árna Elisson Wang, sum hetta kappingarárið báðir leika í bestu donsku deildini. Hinvegin, er Bjarni Joensen komin aftur. Bjarni hevði í fjør eitt sera gott kappingarár í danska felagnum, Ikast og verður Bjarni væntandi ein munandi styrkur fyri SÍ. Umframt hetta, so verður Mateusz Pazgan við SÍ sum leikandi venjari. Mateusz var síðsta kappingarár ein av berandi kreftunum hjá Mjølnir.
ÍF hevur sum nevnt mist Vuk og Filip til Mjølnir, men samstundis eru leikara sum Hákun Nón og Rani Ákason eitt ár eldri og helst meira klárir at taka ábyrgd. Um Vukason Nedeljkovic samstundis er leysur av skaðanum, sum hann stríddist við síðsta kappingarár og hevur somu styrki, sum tá hann kom til Føroyar fær sterki hevarin Oleksandr Dmytriiev fleiri møguleikar í álopsspælinum og harvið er ikki óhugsandi at ÍF kann gerast partur av oddastríðnum.
Líkt er til, at Fleyr verður samansett av nøkulunda sama líð sum síðsta ár og sama er galdandi fyri Ternuna. Tað er ikki óhugsandi, at Fleyr kann taka einkult stig frá SÍ og Mjølnir og rættuliga sannlíkt eisini ÍF, men neyvan nóg mikið til, at Fleyr verður partur av oddastríðnum.
Ternan heldur fram at byggja eitt lið upp og spennandi verður at fylgja hesum liðnum í ár og síggja hvussu liðið mennist.