Ongi úrslit

Poddvarp: - At byrja við tímdi eg illa at tosa um tað sum var hent

Nú er næsti partur í poddvarpsrøðini hjá Beranum úti. Í hesum partinum ber til at hoyra um, hvussu tað er sum tannáringur at uppliva at missa eitt foreldur

Sigurjón Einarsson
17. februar 2023 kl. 11:42

Næsti partur í poddvarpsrøðini hjá Beranum - um sorg, sakn og vón - er nú úti.

Í hesum partinum hoyra vit um, hvussu tað sum tannáringur kann upplivast at missa eitt foreldur.

Jórun Müller Jacobsen misti brádliga pápa sín í einari arbeiðsvanlukku í 2016. Hvussu upplivdi hon at missa pápa sín, og hvussu hevur hon lært seg at liva víðari við sorgini?

Í sendingini verður fokus eisini sett á, hvat sorg er fyri nakað, og hvussu ymiskt vit menniskju reagera, tá vit missa.

Harumframt verður tosað við Oddvør Poulsen, leiðara, um, hvat Berin er fyri nakað, og hvat børnini og tey ungu fáa burturúr, tá tey koma til Beran.

Til ber at lurta eftir poddvarpinum her.

Mest lisið hesa vikuna

Finst hvassliga at samgonguni: Eg havi ikki brúk fyri pengunum

29. apríl kl. 08:19

Óhugnaligt rák vindur uppá seg

28. apríl kl. 21:05

Hevði gloymt at fáa sær føroyskt koyrikort - fær 5.000 krónur í bót

27. apríl kl. 07:44

Maðurin situr enn í varðhaldi

28. apríl kl. 19:00

Erika Kirk til staðar undir skottilburðinum

26. apríl kl. 14:01

Herborg liggur nummar eitt!

25. apríl kl. 18:30