Ongi úrslit

P/F Leif Mohr 90 ára stovningardag

Týsdagin 15. juli kann Pf Leif Mohr halda 90 ára stovningardag.

Tíðindaskriv
15. juli kl. 10:59

Søgan byrjaði fyri nú góðum 100 árum síðani, í apríl mánaði í 1925, tá 15 ára gamli havnadrongurin Leif Mohr fór til Keypmannahavnar at standa í læru hjá stóru elfyritøkuni Kemp og Lauritsen.

5 ár seinni, í 1930, var Leif útlærdur, og var so heppin, at fáa arbeiði í Føroyum mest sum beinanvegin. Hetta var í Klaksvík, tá teir har fyrireikaðu seg til elektriskan streym og fingu sær vatnorkuverk, ið varð sett í gongd norðuri á Strond. Tað var í 1931.

Seinni fekk Leif arbeiði hjá kommunuverkinum í Havn, sum lá á Rundingi.

Í 1935 kom kommunan fram til, at arbeiðið við at leggja el inn í hús og annað skuldi skipast øðrvísi. Frá at vera ein kommunal uppgáva bleiv hon løgd út til privat virksemi. Teir góvu Leif Mohr og Asbjørn Skarðhamar autorisatión og handilsloyvi. Einar Mikkelsen fylgdi við av verkinum sum fyrsti lærlingur hjá Leif Mohr, sum stovnaði virkið sítt 15. juli í 1935. 26 ára gamal.

Síðan 1981 hevur høvuðsvirksemið verið á Hoyvíksvegnum við fyrisiting, eldeild, hvítvøruverkstaði og handli.

Fyritøkan hevur eisini ein elmekaniskan verkstað í Stiðjagøtu í Havn og ein handil á Kambsdali. Saman við MP Teknik í Klaksvík hevur Leif Mohr stovnað fyritøkuna Tactus í Íslandi. Tactus arbeiðir í mestan mun við uppgávum innan alivinnuna, og hevur fyri stuttum ogna sær ein nýggjan verkstaðsbygning í Tórleikshøfn.

Í løtuni eru 94 fólk til arbeiðis hjá Leif Mohr. Av teimum eru 22 lærlingar.

Í samband við 90 ára stovningardagin, bjóðar Leif Mohr kaffi og køku frá kl. 10.00, týsdagin 15. juli á Hoyvíksvegi 53. Øll eru hjartaliga vælkomin.

Mest lisið hesa vikuna

Ósemja millum starvsfelagar endaði við harðskapi

15. oktober kl. 08:56

Ikki føroyskar gentur

14. oktober kl. 23:00

Eg eri blivin kallað bæði hora og golddigger

Í gjár kl. 13:13

Tá luksus verður normalt, og ein bústaður verður luksus

12. oktober kl. 16:56

Skattatrýstið í Føroyum veksur - er næsthægst í Norðurlondum

19 tímar síðan

Hanus G. Johansen er farin um sýn

11. oktober kl. 15:20