H71 kunnger í kvøld, at ein gamal kenningur nú aftur verður at síggja í felagnum.
Talan er um Peter Krogh.
Felagið skrivar soleiðis:
Komandi kappingarár kemur Peter Krogh at spæla og venja børn og ung í H71,
VÆLKOMIN HEIM
Eftir at hann var lyklaspælari í H71 flutti Peter Krogh saman við familjuni til Danmarkar, har ætlanin var aftur at royna seg í hægsta stigi. Peter Krogh hevur síðstu tíðina verið nógv skaðadarvaður, og tað hevur havt við sær, at hann ikki hevur verið førur fyri at spæla, hvørki í Danmark ella á føroyska landsliðnum. Higartil hevur hann spælt 51 ferðir á landsliðnum og skorað 124 mál.