Ongi úrslit

Peter Bredsdorff-Larsen heldur fram

Hann verður venjari hjá hondbóltslandsliðnum í hvussu so er fram til í januar 2028

Hondbóltssamband Føroya
7. august kl. 12:06

Hondbóltssamband Føroya skrivar soleiðis í dag:

Sáttmálin við A-landsliðsvenjaran í hondbólti hjá monnum, Peter Bredsdorff-Larsen, er longdur til og við januar 2028.

Hetta merkir, at Peter Bredsdorff-Larsen kemur at standa á odda fyri manslandsliðnum til tvær tær næstu undankappingarnar og møguligu endaspølini, HM í 2027 og EM í 2028.

Gunn Ellefsen, starvsnevndarforkvinna í HSF, viðmerkir til sáttmálan, ”at menningin og úrslitini hjá A-landsliðnum hjá monnum undir leiðsluni hjá Peter tala fyri seg. Hann førdi føroyska manslandsliðið til EM-endaspælið í Týsklandi í 2024 og nú aftur til EM-endaspælið í 2026 í Oslo, har Føroyar eisini vunnu undankappingarbólkin. Liðið var eisini ógvuliga nær við at vinna seg til HM-endaspælið í 2025. Tjóðin hevur veruliga savnað seg um landsliðið. Tað sæst til okkara heimadystir og stóra áhugan fyri EM í Oslo, og eigur Peter eisini sín stóra lut í góðu gongdini.”

Peter Bredsdorff-Larsen tók upprunaliga við venjarastarvinum í 2021, skrivar HSF í dag.

Mest lisið hesa vikuna

Fólk hava sakna hesar viðgerðirnar í Føroyum

10. oktober kl. 13:15

Tá luksus verður normalt, og ein bústaður verður luksus

Í gjár kl. 16:56

Hekkuportrið kundi havt kostað hundraðtals lív

9. oktober kl. 17:21

Hanus G. Johansen er farin um sýn

11. oktober kl. 15:20

EFTIRLÝSING!

7. oktober kl. 22:15

Fór á sjúkrahús eftir ógvusligt ferðsluóhapp í Vestmanna

Í gjár kl. 09:14