Ongi úrslit

Pedagogar mugu fáa fult starv í fólkaskúlanum á jøvnum føti við lærarar

Áki Bertholdsen
Í gjár kl. 11:26

Tað er neyðugt at pedagogar fáa fult starv í fólkaskúlanum á jøvnum føti við lærarar.

Tað heldur Annika Olsen, løgtingskvinna fyri Tjóðveldi. Og nú vil hon hava Djóna Nolsøe Joensen, landsstýrismann í barna- og útbúgvingarmálum at greiða frá, hvørjar ætlanir eru á hesum øki.

Hon vísir á, at hesi seinastu 20 árini hava pedagogar starvast í 20 ár í fólkaskúlunum. Arbeiðsuppgávurnar hava verið ymiskar, alt frá at verða stuðul hjá ávísum næmingum til at starvast á serstovum.

Annika Olsan staðfestir, at sostatt hava vit eina eina langa siðvenju, har lærarar og pedagogar hava arbeitt lið um lið fyri at bøta um trivnaðin hjá næmingar, og bøta um umstøðurnar fyri at læra. Men kortini gongur illa hjá pedagogum at sleppa at arbeiða fulla tíð.

Talan er um 150 limir hjá Føroya Pedagogfelag, sum starvast í fólkaskúlanum, har tann hægsti starvsbrøkurin er 0,85.

Ein orsøk til hetta er, at ábyrgdarbýtið hjá pedagogunum í fólkaskúlanum er ógreitt, bæði hvat viðvíkur arbeiðsuppgávum, førleikamenning, fyrireiking, og annað.

Annars sigur hon, at tað eru nógvar góðar royndir við samstarvi ímillum pedagogar og lærarar, har næmingurin er í miðdeplinum, og har pedagogar og lærarar koma við hvør sínari fakligari vitan um, hvussu tað ber til at bøta um trivnaðurin hjá tí einstaka næminginum.

Guli skúli í Tórshavn er eitt gott dømi um hetta tí har eru 1/3 av starvsfólkunum pedagogar og 2/3 eru lærarar og royndirnar við samstarvinum hava verið góðar, sigur hon. Men meðan lærarin er settur fulla tíð, er pedagogurin ikki í fullum starvi.

Annika Olsen heldur, at skulu vit styrkja umstøðurnar hjá børnum at læra, er tað avgerandi, at pedagogar eins og lærarar, verða settir fulla tíð.

Og nú vil hon so hava landsstýrismannin at greiða frá, hvørjar ætlanir eru á økinum.

Mest lisið hesa vikuna

Skumpaður umkoll av kongaligum lívverja

1. januar kl. 20:51

At verja Føroyar móti islamismuni er ein moralsk skylda

5. januar kl. 20:11

Vil hava at vita um løgmaður vil forða fyri at vit fáa eina mosku í Føroyum

5. januar kl. 00:30

Bjørk boykottast

21 tímar síðan

Moské? moské ikke?

2. januar kl. 19:00

Hvør skal ráða, um vit ikki skulu hava fólkaræði

4. januar kl. 21:19