Eftir at hann í longri tíð hevur verið darvaður av skaða, er hondbóltsmálmaðurin Pauli Jacobsen nú fluttur aftur til Føroya at búgva. Hann skal nú spæla við barndómsfelagnum H71, har hann er byrjaður at venja.
- Eg eri faktiskt fluttur heim til Føroya fyri tveimum vikum síðani. Eg havi stríðst við eitt slitið liðband í fótinum síðan februar í 2020, men eg havi verið heilt við aftur síðan 7. mai, sigur hann.
Gongst sum ætlað, kemur altso ein málmaður við royndum úr bestu donsku hondbóltsdeildini at vera ein av málmonnunum hjá H71 komandi kappingarár.
Pauli Jacobsen fekk sín fyrsta dyst í bestu donsku deildini tíðliga í september í fjør, tá Skanderborg spældi móti Skjern. Hann var tá nýliga fyltur 18 ár, men var so mikið sjónligur, at hann varð tikin upp úr U19 á besta liðið at royna seg.
Yrkisleiðin í Skanderborg byrjaði annars gott tvey ár frammanundan, tá Pauli Jacobsen saman við Eliasi Ellefsen á Skipagøtu og Hákuni West av Teigum aftaná 9. flokk flutti úr H71 til Danmarkar á Skanderborg Håndbold Elite Akademi.
Hákun West av Teigum er framvegis í Skanderborg, har hann hetta kappingarárið hevur gjørt um seg á vonginum á besta mansliðnum. Eisini Pauli Mittún, somuleiðis úr H71, hevur verið í Skanderborg, men eisini hann hevur seinastu tíðina verið darvaður av skaða.
Pauli Jacobsen hevur øll síni barna- og ungdómsár verið ein sera framstandandi málmaður við bæði nógvum bjargingum og nógvum gullheiðursmerkjum, harímillum sum danmarksmeistari á ungdómsliði hjá Skanderborg. Hann er annars partur av serstakliga eyðsýnda 02-árganginum, ið við U17-landsliðnum vann European Open í Svøríki í 2019. Pauli Jacobsen kom tá á All Star-liðið, og tað sama komu Elias Ellefsen á Skipagøtu og Hákun West av Teigum. Nú kemur hann so aftur til Hoyvíkar at verja borg. Í øllum førum fyribils.