Málverji á hondbóltslandsliðnum er Pauli Jacobsen. Í dag verður boðað frá, at hann hevur skift felag, og at nýggja felagið hjá honum er HC København, sum spælir í næstbestu donsku deildini. Longu í kvøld klokkan 18.30 danska tíð fer hann fyri fyrstu ferð at verja málið í nýggja felagnum, tá ið HC København fer at spæla á útivølli ímóti Odder Håndbold.
23 ára gamli Pauli Jacobsen hevur higartil spælt við HØJ Elitehðndbold ApS. Har hevur tað gingið striltið hjá honum at sleppa framat á besta liðnum, tí tveir aðrir málverjar hava verið frammanfyri hann.
At hann nú skiftir felag og eftir øllum at døma fer at fáa dystarvenjing í næstbestu donsku deildini fer heilt víst at styrkja fyritreytirnar hjá Paula at avrika uppaftur betur á landsliðnum, har hann longu er fyrsta val millum stólparnar.
-Pauli er málverji, sum gongur upp í tað við lív og sál. Hóast hann er ungur, so hevur hann nógvar royndir, sum fara at gagna liðnum. Hann hevur nógvar altjóða royndir við føroyska landsliðnum, og hann er vanur at venja á hægsta stigi. Fleiri av okkara málverjum eru skaddir, og tí eru vit fegnir um, at Pauli fer at hjálpa okkum, nú tað er neyðugt at styrkja um plássið millum stólparnar, sigur Thomas Schou ítróttarstjóri við heimasíðuna hjá felagnum.
Pauli er í fyrstu atløgu leigaður fram til ársskiftið og harvið fram til, at Pauli og liðfelagarnir á landsliðnum fara undir síðstu fyrireikingarnar til EM endaspælið, sum í januar verður í Oslo.