Grønleningar eiga at flyta Paul Watson til Danmarkar. Tað er tann avgjørda støðan hjá Pele Brobjerg, sum er formaður í grønlendska loysingaflokkinum, Nalaraq.
Sermitsiaq sigur, at nú rætturin í Grønlandi hevur gjørt av av varðhaldsfongslað Paul Watson til 5. septembur, heldur Pele Brobjerg, at hann eigur at verða fluttur til Danmarkar at sita.
– Grønlendingar eru fangaðir mitt í einum donskum ábyrgdarøki. Løgreglan er donsk og løgmálaráðið er danskt. Og tað verður danska stjórnin, sum skal taka støðu til um Paul Watson skal útflýggjast til Japan, sigur hann við Sermitsiaq.
Men miðilin hevur fingið uppspurt, at hann kann ikki sendast til Danmarkar, tí hann er handtikin í Grønlandi og tí skal hann fyri rættin í Grønlando - hóast tað er løgmálaráðið sum skal gera av um hann skal útflýggjast ella ikki.
Pele Brobjerg sigur, at málið um Paul Watson hevur fingið altjóða samfelagið at venda eyguni ímóti Grønlandi og tað kann skaða umdømið hjá grønlandi - og tað er í einum máli, Grønlendingar onga ávirkan hava á.
Og hann stúrir eisini fyri, at verður Paul Watson útflýggjaður til Japan, verður tað Grønland, sum verður gjørt ti syndabukk í einum máli, sum als einki hevur við Grønland at gera.
Hann minnir á, at Grønland hevur ringar royndir av umhvørvisfelagsskapum. Fyrst var tað Greenpeace, sum oyðilegði umdømið Grønlands í sambandi við kópaveiði og hvalaveiði.
Og grønlendski floksformaðurin stúrir fyri, at søgan fer at endurtaka seg og tí heldur hann, at tað er avgerðandi at Paul Watson verður fluttur til Danmarkar