Hvala-mótstøðumaðurin, Paul Watson, fær nú ynski sítt uppfylt um at sleppa í hægstarætt.
Síðani Paul Watson varð handtikin í Grønlandi 21. juli, hevur hann bedýrað at hann er púra ósekur og at hann vil verða leyslatin.
Hann varð handtikin tí at Japan hevur eftirlýst hann altjóða fyri at hava gjørt seg inn á hvalaveiðimenn har í 2010.
Síðani hava myndugleikarnir viðgjørt um hann skal útflýggjast til japan, men har er eingin niðurstøða enn.
Paul Watson sigur, at hann er ósekur og sakførarar hansara hava tvíhildið um, at tað, sum fer fram nú, stendur ikki mát við lógarbrotið hann er skuldsettur fyri, og revsingina hann kann vænta at fáa.
Tí hava tey kravt, at hann verður leyslatin. Men higartil hevur landsrætturin staðfest avgerðina hjá økisrættinum í Grønlandi um at hann skal verða verandi í varðhaldi.
Sakførararnir hjá Paul Watson hava tí roynt at fáa málið fyri hægstarætt. Hægstirættur tekur bara støðu til prinsipiell mál
Og nú skrivar Sermitsiaq, at nevndin, sum viðger um mál sleppa fyri hægstarætt, er nú komin til eina niðurstøðu í málinum.
Og nú hava sakførararnir hjá Paul Watson fingið boð frá nevndini um, at hann sleppur at royna málið í hægstarætti.
Enn er óvist nær hægstirættur fer at viðgera málið.