Ongi úrslit

Paul Watson er lendur í París

Grindaaktivisturin fleyg við privatflogfari beinleiðis úr Nuuk

Fríðmundur Nattestad
20. desember 2024 kl. 23:34

Týsmorgunin varð Paul Watson leyslatin í Nuuk, eftir at danska løgmálaráðið noktaði at útflýggja hann til Japan. Morgunin eftir lendi hann í París, váttar sakførari hansara, Julie Stage.

Hon greiðir frá, at Watson fleyg til franska høvuðsstaðin, við privatflogfari, beinleiðis úr Nuuk.

Paul Watson sat varhaldsfongslaður í Grønlandi í nærum fimm mánaðir, eftir at hann varð handtikin í Nuuk 21. juli.

Síðani handtøkuna hevur Japan havt eitt ynski um, at fáa Watson útflýggjaðan og ákærdan, fyri eina hending í Antarktis í 2010. Tá skal Watson, sambært japansku myndugleikunum, hava gjørt skaða á eitt hvalaveiðuskip, og forðað japanskum hvalaveiðumonnum í at útinna sítt arbeiði. Ein av manningini fekk skaða, stendur í fráboðanini. Watson hevur noktað seg sekan.

Danska løgmálaráðið noktaði at útflýggja Watson til Japan, millum annað tí at ráðið ikki fekk neyðugu trygdina fyri, at tíðin, sum Paul Watson hevur verið varðhaldsfongslaður í Grønlandi, fór at verða trekt av møguligari fongsulsrevsing í Japan.

Paul Watson er altso aftur ein leysur maður, og búleikast nú í Fraklandi. 74-ára gamli aktivisturin er amerikanskur-kanadiskur ríkisborgari, men áðrenn hann varð varðhaldsfongslaður búði hann í Fraklandi, saman við konu síni og báðum synum teirra.

Mest lisið hesa vikuna

Rann niðan í fjøllini eftir ferðsluóhapp

1. februar kl. 14:37

Falskur politistur vitjar handlar í Havn

2. februar kl. 15:00

Jenis av Rana ávarar - men tann, sum tigir, hann samtykkir

2. februar kl. 12:40

Avaring: Umfatandi roynd at svika pengar frá fólki í Føroyum

Í gjár kl. 14:59

Tað eru serliga tvær orsøkir til at Smyril broytir ferðaætlan so ofta

2. februar kl. 07:52

Útlendingar sum fremja álvarslig brotsverk skulu blakast út

3. februar kl. 21:43