Ongi úrslit

Patrik verður lagdur undir skurð

KÍ álopsspælarin hevur slitið hælsinina og verður neyvan at síggja á vøllinum aftur í ár

Jonhard Hammer
9 tímar síðan

Eftir fimm umfør í Meistaradeildini hevur KÍ skorað 13 mál. Toppskorari við fýra málum er Patrik Johannesen. Í 6-1 heimasigrinum móti B68 leygarkvøldið skoraði hann fyrsta málið.

Stutt undan steðginum leygarkvøldið fór Patrik Johannesen skaddur av vøllinum. Nú er greitt, at 30 ára gamli álopsspælarin er langtíðarskaddur, og spurningurin er, um hann verður aftur at síggja á vøllinum í ár.

Í KÍ verður upplýst, at Patrik Johannesen sleit halsinini leygarkvøldið, og at hann í vikuni verður skurðviðgjørdur. Og so verður neyðugt við uppafturvenjing. Tað plaga at taka nógvar mánaðir at koma fyri seg eftir tílikan skaða.

Sambært FaroeSoccer hevur Patrik Johannesen spælt 160 dystir og skorað 65 mál í bestu landskappingini.

Mest lisið hesa vikuna

Tað er nakað heilt, heilt galið í føroysku skattaskipanini

7. apríl kl. 09:49

Nú er semja um alt og sostatt hava vit fingið nýggja samgongu

8. apríl kl. 08:58

Sambandsflokkurin hevur valt landsstýrisfólk

9. apríl kl. 11:43

Eitt heilt samfelag fer at doyggja í nátt

7. apríl kl. 15:46

Samgonguskjalið fekk avleiðingar beinanvegin

9. apríl kl. 12:15

Nýggj samgonga er komin heilt undir land

7. apríl kl. 09:13