Ongi úrslit

Pallborðsfundur í Havn: Hvussu loftar rættarsamfelagið kvinnum?

“Lyft próvbyrðuna”. Tað er heitið á tiltaki í Auluni í Finsen í Havn mikukvøldið klokkan 19.

Jonhard Hammer
22. sepember kl. 15:05

Pallborðsfundurin "Lyft próvbyrðuna" verður í samband við pallsetingina av leikinum Prima Facie, sum á ein sterkan og rørandi hátt varpar ljós á rættarskipanina, og hvussu hon viðger mál um neyðtøku. Hesin leikurin hevur verið vístur í Perluni seinastu tíðina og hevur fingið sera góð skotsmál. 

Endamálið við orðaskiftinum mikukvøldið er at flyta kjakið út um leikpallin og inn í føroyska samfelagið, har spurningar um próvbyrðu, trúvirði og rættartrygd eru bæði álvarsamir og lívsneyðugir. Høvuðsevnið er, hvussu rættarsamfelagið Føroyar megnar – ella ikki megnar – at handfara tey menniskju, sum standa mitt í einari lívsskakandi sak. 

Vit seta sjóneykuna á ta órættaðu: hvussu verður tikið í móti viðkomandi, hvørji amboð og skipanir standa klár at lofta, og hvør lyftir ta tungu próvbyrðuna í einum máli, har sannroyndir og søgur renna saman?

Við á pallborðsfundinum er eitt breitt úrval av felagsskapum og stovnum, sum hvør í sínum lagi hava innlit og ábyrgd á hesum øki: Javnstøðunevndin, Kvinnuhúsið, Sig Frá-verkætlanin í Ammr, Amnesty, Neyðtøkutilbúgvingin, umboð fyri Det Ferosche Compagnie og Frihedsbrevet.fo.

Tiltakið er ókeypis. 

Mest lisið hesa vikuna

Fólk hava sakna hesar viðgerðirnar í Føroyum

10. oktober kl. 13:15

Tá luksus verður normalt, og ein bústaður verður luksus

12. oktober kl. 16:56

Hekkuportrið kundi havt kostað hundraðtals lív

9. oktober kl. 17:21

Hanus G. Johansen er farin um sýn

11. oktober kl. 15:20

EFTIRLÝSING!

7. oktober kl. 22:15

Fór á sjúkrahús eftir ógvusligt ferðsluóhapp í Vestmanna

12. oktober kl. 09:14