Páll Klettskarð hevur í kvøld fingið landsliðsboð.
Tað hevur seinastu tíðina verið sera stór ónøgd um, at topskjúttin í Betri Deildini ikki hevur verið at síggja á landsliðnum.
Páll Klettskarð hevur sjálvur verið alment frammi, og sátt iva um hann nakrantíð aftur fer at spæla fyri landsliðið.
Men eftir dystin móti B68 í dag, har KÍ vann 4-0, hevur føroyski A-landsliðsvenjarin ringt til Páll, og spurt um hann er tøkur til landsliðið. Dimmalætting skilur á lagnum, at 34 ára gamli framherjin takkaði fyri, men boðaði landsliðsvenjaranum frá, at hann ikki hesaferð er tøkur til landsliðið.
Vit hava spurt Páll Klettskarð, um hann kann vátta hesi tíðindini, men hann hevur onga viðmerking, og sigur at tað verður almannakunngjørt á tíðindafundinum í FSF húsinum klokkan 10 í morgin.