Ongi úrslit

Palestinsk børn skulu til Týsklands og Onglands

Týsku býirnir Hannover og Düsseldorf fara at taka ímóti børnum úr Gasageiranum og Ísrael

© AFP
Jóhanna Højgaard
4. august kl. 21:00

Týskland kannar møguleikan fyri verkætlan, sum fevnur um at fáa børn úr Gasa til Týsklands at fáa viðgerð.

Tað segði ein talsmaður fyri týska innanríkisráðið mánadagin, sambært Reuters.

Týska innanríkisráðið sigur at tað tó er treytað av trygdarstøðuni, møguleikanum fyri at børnini kunnu fara av landinum, og øðrum viðurskiftum, stendur í fráboðanini.

Týsku býirnir Hannover og Düsseldorf hava seinastu dagarnar boðað frá, at teir taka ímóti børnum úr Gasageiranum og Ísrael, sum eru serliga útsett ella traumatiseraði.

Eisini til Onglands 

Downing Street váttar í dag fráboðanir um, at særd og sjúk børn í Gasa skulu verða viðgjørd av serlæknum í NHS.

Tað er tó ikki greitt hvussu nógv kunnu flytast til Onglands, ella nær tey koma.

Men væntast kunnu uml. 300 børn og ein kelda sigur við blaðið Sunday Times, at børnini væntandi aldrin fara heimaftur.

Spurdur nærri, segði offisielli talsmaðurin hjá forsætisráðharranum við tíðindafólk: 

-Vit sniðgeva eina skipan og eru í ferð við at fáa hana setta upp.

Vit hava øll sæð myndirnar av svøltandi børnum, og tað rætta er at flyta børn úr Gasa, sum hava tørv á læknahjálp.

Foreldur ella verji fylgja hvørjum barni, umframt systkin um neyðugt, og Innlendismálaráðið fer at gera biometriskar og trygdarkanningar áðrenn ferðing, skrivar Sunday Times.

Sum skilst fer hetta at henda samstundis við eitt tiltak hjá Project Pure Hope, sum er ein bólkur settur á stovn, fyri at fáa sjúk og særd børn úr Gasa privat til Bretlands til viðgerðar.

Men leiðarin í Reform UK, Nigel Farage, legði upp til, at tað kundi lata dyrnar upp fyri meira tilflyting.

-Merkir hettar at vit enda við stórum familjusamkomum, ella merkir tað, at vit viðgera børn og senda tey aftur til Gasa?Eg havi ikki sæð allar smálutir, men sera ofta er tað ein máti at lata hurðina upp, segði Farage.

Spania, Italia, Írland, Noreg og Rumenia hava eftir øllum at døma longu tikið umleið 200 børn inn, og væntast at taka ímóti fleiri.

Mest lisið hesa vikuna

Fólk hava sakna hesar viðgerðirnar í Føroyum

10. oktober kl. 13:15

Tá luksus verður normalt, og ein bústaður verður luksus

Í gjár kl. 16:56

Hekkuportrið kundi havt kostað hundraðtals lív

9. oktober kl. 17:21

Hanus G. Johansen er farin um sýn

11. oktober kl. 15:20

EFTIRLÝSING!

7. oktober kl. 22:15

Fór á sjúkrahús eftir ógvusligt ferðsluóhapp í Vestmanna

Í gjár kl. 09:14