Ongi úrslit

Oscars í kvøld

Hettar er 98indi fer at tað verður hildið.

Vilhelm Clementsen
9 tímar síðan

Í nátt er tað aftur at Oscar viðurløninar verða givnar út.

Tað er amerikanski skemtarin Conan O Brian sum fer at vera vertur aftur, hann var eisini vertur í fjør.

Í ár skulu heili 24 Oscar steyp handast út og ein heilt nýgg viðursløn verður givin út, tað er fyri "Besta Casting".

Í kvøld hava vit eisini tann filmin sum hevur fingið flest tilnevningar til Oscars nakrantíð, tað er Filmurin hjá Ryan Coogler, "Sinners" hann er tilnevndur til 16 heiðurlønir.

Eisini hevur ein sjónleikari møguleika fyri at vinna sín 3 Oscar, tað er sjónleikarin Sean Penn. Hann hevur áður vunnið fyri filmanir Mystic River og Milk. Í ár er hann tilnevndur fyri filmin hjá Paul Thomas Anderson, "One Battle after another".

Tað er eisini skandinavisk lutøka í ár um man hyggur eftur besta útlenska film, har er filmurin sum Norra hevur sent sum sítt Oscar boð tilnenvndur, tað er filmurin "Sentimental Values" sum Joachim Trier hevur gjørt. Hann er eisini tilnenvndur til "Besta Film".

TV2 vísur Oscar sendingina í kvøld og tey byrja at senda klokkan 20:30 men sjálv Oscar viðirslønin byrjar ikki fyri enn kl 23:00.

Mest lisið hesa vikuna

Vil Sambandsflokkurin systematiskt velja børn frá?

9. mars kl. 15:03

Ávara føroyingar um at fremmandar maktir kunnu royna at ávirkan á valini

12. mars kl. 14:46

Ringar at skjóta niður

11. mars kl. 20:30

Barnakekk upp á 20.000 kr. – skattafrítt!

9. mars kl. 07:49

Dettur væntandi niður í nátt

10. mars kl. 23:57

Somu fólk elvdu til ófrið tvær ferðir - og slóu løgreglufólk

Í gjár kl. 09:13