Seinastu seks árini hava víst okkum, hvussu viðbrekin orkuskipanir kunnu vera. Í vesturheiminum hava vit sæð stórar prísstoytir og óvissu, sum hava ávirkað bæði húski og vinnu. Á ráðstevnu í hesi vikuni, har eg luttók, varð greitt frá, at ein vaksandi partur av borgarum í Evropa í dag í veruleikanum mugu raðfesta ímillum at brúka pengar upp á orku ella mat.
Men tað eru eisini støður, har orka heilt einfalt ikki er tøk – tað er ikki nokk til av orku. Tað merkir, at húski og virkir í ávísum tíðarskeiðum ikki fáa orkuna, teimum tørvar.
Tað er trupult at ímynda sær í Føroyum, at vit ikki hava nokk av el, nokk av hita ella nokk av brennievni. Vit taka sum givið, at vit fáa orkuna til vega, sum okkum tørvar. Men sambært útlitunum í heiminum í dag kann henda støða vera í vanda.
Kríggið í Ukraina og kríggið í Miðeystri hava veruliga sett orkutrygd á breddan. Serliga kríggið í Miðeystri hevur uppá stutta tíð breitt seg út um fleiri landamørk, og sambært altjóða frágreiðingum eru minst seks lond vorðin rakt av hernaðarligum álopum í sambandi við henda ófrið. Hetta minnir okkum á, hvussu tætt orka, geopolitikkur og trygd hanga saman.
Fyri Føroyar er hetta serliga viðkomandi. Vit eru eitt lítið og isolerað orkukervi. Vit hava einki kaðalsamband til grannalond, sum kunnu javna sveiggini, tá framleiðslan broytist. Tað merkir, at okkara orkutrygd í stóran mun má byggjast av okkum sjálvum.
Søgan um føroysku orkuskipanina er í veruleikanum ein søga um pragmatiskar loysnir. Vatnorkuverk og dieselverk hava tryggjað orkuveitingina – tó er tað diesel verkini sum hava tryggjað veitingina bæði við vøkstrinum og tá ikki nokk er av vatni.
Seinastu árini eru eisini aðrar orkukeldur komnar afturat. Biogass framleiðir í dag umleið 1–2% av orkuni, og nakað kemur eisini frá sólorku. Hóast góð stig rætta vegin mugu vit viðurkenna, at hetta framvegis munar lítið í samlaðu orkuskipanini.
Vindorkan er komin við fullari ferð og hevur givið Føroyum eina nógv grønari elframleiðslu. Men veruleikin er eisini, at oljan framvegis er okkara trygdarventilur. Tá vindurin er lágur og vatnstøðan lítil, eru tað termisku verkini, sum tryggja, at ljósini tendra og hjólini mala.
Orkutørvurin fer at vaksa
Næstu 20–30 árini fer orkutørvurin í Føroyum at vaksa nógv. Tað kemst ikki minst av elektrifisering. Upphiting, samferðsla og partar av vinnuni fara í stóran mun at flyta frá olju yvir á el.
Samstundis vilja vit framleiða meiri grøna orku til eitt samfelag, sum skal vera meira sjálvbjargið.
Hetta merkir, at elskipanin fer at bera nógv meira av samlaðu orkunýtsluni í Føroyum enn hon ger í dag. Tað er ein stór uppgáva – bæði tekniskt og búskaparliga.
Hvat eru møguleikarnir?
Tað mest upplagda er at byggja víðari upp á tað, vit longu duga: vatnorku og vindorku. Meiri vindorka, sterkari net, battaríir og aðrar goymsluloysir kunnu gera skipanina bæði grønari og sterkari.
Vindur og vatn eru ikki altíð støðugar orkukeldur. Tí er tørvur á goymslu, fleksibiliteti og framvegis onkrari form fyri eyka-loysnum, sum kunnu tryggja orkuna, tá henda framleiðslan svíkur í longri tíð – sum serliga kemur fyri um summarið.
Í altjóða orku orðaskiftinum verður eisini tosað nógv um nýggjar tøknuligar loysnir – til dømis smærri moduleraðar kjarnorkuverk. Á ráðstevnu í hesi vikuni varð greitt frá, at hesi fara at gerast vanlig handilsvøra miðskeiðis í 2030’unum.
Tað ganga umleið 15 ár frá avgerð til eitt verk kann setast í rakstur. Tað er tí ein møguleiki, sum liggur langt frammi í tíðini. Men tað vísir eisini, hvussu týdningarmikið tað er at hugsa langt fram.
Uppgávan fyri Føroyar
Kjarnin í føroyska orkuspurninginum er einfaldur: vit hava tørv á orku, sum er trygg, burðardygg og bílig.
Orkutrygd má vera fremsta mál. Uttan hana riggar hvørki samfelag ella vinnulív.
Síðani kemur burðardygdin. Føroyar hava bæði náttúru og skyldu til at menna grønar orkukeldur.
Men vit mugu eisini halda fast í tí triðja fokusøkinum: prísinum. Orkan má vera so bílig, at føroyska samfelagið og føroyska vinnan framvegis kunnu kappast í heiminum.
Ein langtíðar ætlan
Tí er tað avgerandi, at Føroyar arbeiða við einari greiðari langtíðar ætlan fyri orkuskipanina – í minsta lagi heilt fram til 2045 ella 2050.
Hon má fevna um:
• útbygging av varandi orkukeldum
• styrking av netinum
• goymsluloysir og fleksibilitet
• tryggar eyka-loysnir
• og eina opna greining av teimum tøkniligu møguleikum, sum kunnu gerast aktuellir í framtíðini.
Vit hava áður megnað stór tøk í Føroyum, tá vit hava staðið saman um eina greiða kós.
Orkuskipanin er ein av teimum mest grundleggjandi skipanum í samfelagnum. Tí eiga vit eisini at viðgera hana sum tað: við langtíðarhugsan, greining av møguleikum og vandum og einum greiðum máli um, at Føroyar eisini í framtíðini skulu hava trygga, býliga og burðardyggja orku.