Ongi úrslit

Orknoyggjarnar eru vertir fyri Oyggjaleikir 2025

Bert 20 av hesum oyggjum eru búsettar

Jóhanna Højgaard
10. juli kl. 22:40

Oyggjaleikir 2025 nærkast og spennandi verður, hvussu føroysku ítróttarfólkini fara at klára seg í teimun ymisku ítróttargreinunum.

Kappingarnar ganga hesaferð fyri seg á Orknoyggjunum, ein bólkur av umleið 70 oyggjum út fyri norðaru strond á Skotlandi.

Bert 20 av hesum oyggjum eru búsettar við uml. 22.000 orcadians, ella orkadianar á føroyskum. (Fólkatalið frá 2022)

Tær eru stýrdar sum eitt býráðsøki frá býnum Kirkwall, á oynni Mainland.

Mainland er tann størsta av oyggjunum og hýsur hon eina røð av søguligum byggiverkum.

Eitt teirra er Skara Brae. Hettar er tann elsta og best varðveitta búsetingin í Norðurevropa. Hon er umleið 5000 ár gomul.

Búsetingin er sostatt eldri enn Stonehenge.

Orknoyggjar og Shetland hoyrdu einaferð til Noreg og Danmark. Tað gjørdi tær inntil  15. øld, har tær vóru lætnar Skotlandi. 

Fiskivinna og aling eru tvær av høvuðsvinnunum.

Oyggjarnar eru tó, eins og Føroyar, væl umtóktar millum ferðafólk, og hevur ferðavinnan eisini har fingið eitt tíðandi pláss í tí lokala búðskapinum.

Mest lisið hesa vikuna

Fólk hava sakna hesar viðgerðirnar í Føroyum

10. oktober kl. 13:15

Tá luksus verður normalt, og ein bústaður verður luksus

Í gjár kl. 16:56

Hekkuportrið kundi havt kostað hundraðtals lív

9. oktober kl. 17:21

Hanus G. Johansen er farin um sýn

11. oktober kl. 15:20

EFTIRLÝSING!

7. oktober kl. 22:15

Fór á sjúkrahús eftir ógvusligt ferðsluóhapp í Vestmanna

Í gjár kl. 09:14