Ongi úrslit

Opið hús á Høgabóli og avdúking av vinnara

Vinnarin av verkætlanarkappingini um nýggjan skúla og musikkskúla á Glyvrum verður avdúkaður á móttøkuni í nýggja ráðhúsinum á Høgabóli

runavik.fo
Í gjár kl. 16:39

Fríggjadagin, hin 9. januar, bjóðar Runavíkar kommuna til opið hús í nýumvældu ráðhúsunum á Høgabóli.

Opið hús verður frá kl. 15 til 17, tá vinnarin av verkætlanarkappingini Glyvra skúli og musikkskúli verður avdúkaður.

Fimm arkitektafyritøkur/samtøk lótu inn hugskot til sniðgeving og heildarráðgeving av næstu stóru verkætlanini í Runavíkar kommunu. Hesi vóru:

  • BBP

  • Henning Larsen

  • MAP

  • SNA

  • ZETA

Til høvið vera øll innkomnu uppskotini sýnd fram, so tilber at síggja, hvussu komandi menningar- og mentanardepilin í kommununi fer at síggja út.

Á skránni vera harumframt røður, tónleikur og søtt ábit.

Øll eru hjartaliga vælkomin á Heiðavegi 54!

Mest lisið hesa vikuna

At verja Føroyar móti islamismuni er ein moralsk skylda

5. januar kl. 20:11

Vil hava at vita um løgmaður vil forða fyri at vit fáa eina mosku í Føroyum

5. januar kl. 00:30

Bjørk boykottast

Í gjár kl. 21:01

Moské? moské ikke?

2. januar kl. 19:00

Hvør skal ráða, um vit ikki skulu hava fólkaræði

4. januar kl. 21:19

Avlýs loysingina

6. januar kl. 13:50