Ongi úrslit

Opið bræv til Margit Stórá, landsstýriskvinnu: Fáa nógvar klagur frá fólki sum ikki fáa náttarfrið

Heimafriður
18. apríl kl. 19:03

Góða Margit Stórá, landsstýriskvinna við umhvørvismálum

Herfyri segði landsstýriskvinnan við Kringvarpið, at fáar klagur eru komnar um larm frá skipum í føroyskum havnum seinasta árið. Felagið Heimafriður vil hervið gera vart við, at orsøkirnar til tað eru fleiri:

Fyri tað fyrsta hava tað í longri tíð eingi russisk skip verið í føroysku havnunum. Russisku skipini eru orsøkin til yvir 70 prosent av larmvansunum kring landið. Fyri tað annað eru havnirnar vitandi um, hvørji føroysk skip eru til ampa. Fyri tað triðja, so vísir tað seg vera nyttuleyst hjá bæði Heimafriði og borgarum at klaga.

Nú, tá svartkjaftatíðin er byrjað aftur, síggja vit tó eina greiða broyting: Larmurin er aftur vorðin óúthaldiligur hjá fólki, sum búgva tætt við havnir kring landið.

Heimafriður fær afturvendandi fráboðanir frá borgarum, sum uppliva álvarsligan og áhaldandi larm frá skipum, serliga um náttina. Hetta er ikki ein nýggjur trupulleiki – í mong ár hava fólk kring landið upplivað larm, sum gongur útyvir teirra svøvn, heilsu og trivnað. Í summum førum hava fólk verið noydd at flyta úr egnum heimi, tí larmurin er so ógvusligur.

Álvarsligur heilsuvandi

Heimafriður ivast ikki í, at landstýriskvinnan, við heilsufagligari bakgrund, kennir heilsuvandarnar, sum standast av umhvørvisdálking av hesum slagi.

Tað er væl skjalfest í gransking, at áhaldandi larmur kann føra til svøvntrupulleikar, strongd, høgt blóðtrýst og øktan vanda fyri hjartasjúkum. Larmur er sostatt ein umhvørvisdálking, sum eigur at verða tikin í størsta álvara.

Tað er átaluvert, at landsstýriskvinnan alment boðaði frá, at møgulig broyting fór at síggjast, tá svartkjaftaveiðan fór at byrja. Altso var landsstýriskvinnan vitandi um, at trupulleikin møguliga fór at endurtaka seg, men kortini letur standa til.

Ein orsøk til hendan stóra trupulleikan við larmi liggur í, at landsstýrið hevur latið tað upp til kommunurnar at áseta hámark fyri larmi. Men kommunurnar hava beinleiðis fíggjarlig áhugamál í havnunum– og tískil tykist atlit til heilsu og trivnað hjá fólki ikki altíð hava fremstu raðfesting. Hetta er ein politisk og etisk avbjóðing.

Kommunurnar hava gjørt eina felagsreglugerð um hámark fyri larmi, men ásettu mørkini liggja langt omanfyri tað, sum WHO mælir til. Hetta kann ikki kallast annað enn ábyrgdarleyst – serliga tá dálkingin er áhaldandi og rakar bæði børn og vaksin.

Eisini skulu vit minna á § 50 í kommunustýrislógini, har ásett er, at ein kommuna kann einans taka lut í vinnuligum virksemi, um virksemið tænir einum almannagagnligum endamáli og ikki hevur vinning fyri eyga.

Tað kunnu setast stór spurnartekin við, um tað er almannagagnligt at loyva skipum at liggja í havn í langa tíð – við einum slíkum heilsukostnaði fyri borgarnar í nærumhvørvinum.

Tað, sum vit síggja, er, at ljóðdálking frá skipum nú aftur rakar fleiri kommunur – ikki bara eina. Tí metir Heimafriður, at hetta er ein landsumfatandi umhvørvistrupulleiki, sum Umhvørvismálaráðið má taka sær av og áseta reglur fyri.

Heimafriður heitir tí á landsstýriskvinnuna um at taka hetta málið upp á landsstýrisstøði og virka fyri, at lógarkarmar og reglugerðir á økinum fylgja tilmælunum frá WHO – eisini tá tað snýr seg um larm frá skipum í føroyskum havnum.

At enda heitir Heimafriður á landsstýriskvinnuna um at fremja krøv um umhvørvisgóðkenning av havnum sambært lógini um umhvørvisvernd og at tryggja, at kommunur verða álagdar at veita landsstreym til skip.

 Vinarliga,
Heimafriður

 

Mest lisið hesa vikuna

Suðuroyartunnilin: Vit hava ikki ráð at lata verða

21. apríl kl. 16:55

Suðuroyartunnilin: Nú eiga vit at taka ein steðg

13 tímar síðan

Heili seks bilførarar mistu koyrikortið í gjár

20. apríl kl. 09:22

Takk til politisku skipanina: Tað er ikki frítt, at tað runnu nøkur gleðistár

17 tímar síðan

Hvat hugsar Sjúrður Skaale fyri sær?

Í gjár kl. 13:55

Fekk eina heila mánaðarløn í bót

Í gjár kl. 07:42