Ongi úrslit

Ongin loysn enn á dialysuspurninginum

Sjálvt um royndir vóru gjørdar aty loysa málið, so er onki veruligt hent enn í málinum um dialysu í Suðuroy

Árni Gregersen
10. februar 2024 kl. 09:57

Suðringar sum skulu hava dialysuviðgerð, mugu framvegis á Landssjúkrahúsið at fáa tað gjørt.

Málið hevur ligið stilt í mánaðir eftir at útgerðin er sett upp á Tvøroyri og eftir at sjúkrarøktarfrøðingar hava fingið serútbúgving í hesum - bæði í Danmark og á Landssjúkrahúsinum.

Men ikki fyrr enn spurningurin um, dialysuna var tikinm uppaftur í føroysku miðlunum, var ein roynd gjørd at fáa ferð á málið, men tað miseydnaðist í fyrstu atløgu.

Men lat tað vera sagt: dialysa er ein viðgerð, sum krevur bæði servitan og royndir av teimum, sum hava ábyrgd av viðgerðini.

Læknafaklig ábyrgd skal staðfestast og tað málið er loyst, men sjúkrarøktarfrøðingarnir, sum standa fyri viðgerðini, skulu bæði hava vitan og royndir. Tí er neyðugt, at tey, sum hava fingið upplæring arbeiða fyrstu tíðina saman við fólki, sum hava royndir á ølinum.

Tað vóru royndirnar í gjár, sum skulu fá hesi viðurskifti uppá pláss, sum miseydnaðust. Sambært skrivi frá stjóranum í sjúkrahúsverkinum, so vildu sjúkrarøktarfrøðingarnir við royndum ikki fara til Suðuroyar at arbeiða fyri ta løn, sum teimum stóð í boði.

Tí noyðast suðringar framvegis til Havnar, skulu tey hava dialysuviðgerð

Mest lisið hesa vikuna

Ársins Brita 2026

8. mars kl. 19:39

Vil Sambandsflokkurin systematiskt velja børn frá?

9. mars kl. 15:03

Ávara føroyingar um at fremmandar maktir kunnu royna at ávirkan á valini

Í gjár kl. 14:46

Barnakekk upp á 20.000 kr. – skattafrítt!

9. mars kl. 07:49

Ringar at skjóta niður

11. mars kl. 20:30

Dettur væntandi niður í nátt

10. mars kl. 23:57