Ongi úrslit

Ongastaðni eru so nógv fólk til arbeiðis sum í Føroyum

Og tað er næstan eingin munur á kvinnum og monnum

Áki Bertholdsen
27. mai kl. 11:22

Ongastaðni í Evropa er tað so stórur partur av fólkinum, sum eru til arbeiðis, sum í Føroyum.

Tað vísa tey nýggjastu hagtølini hjá Hagstovuni.

Sostatt er vinnutíttleikin, sum tað eitur, væl størri í Føroyum, enn hann er í nøkrum øðrum landi í Evropa.

Vinnutíttleiki er tann parturin av fólkinum, sum er í arbeiðsmegini, tað merkir, at tað eru bæði tey, sum hava arbeiði og tey, sum eru arbeiðsleys.

Og tað merkisverda við Føroyum er, at tað er næstan eingin munur á vinnutíttleikanum hjá kvinnum og monnum.

Vinnutíttleikin hjá monnum í Føroyum er 87 prosent. Í Íslandi er vinnutíttleikin hjá monnum, 85 prosent, hann er 78 prosent í Danmark og 71 prosent í ES, sum heild.

Hjá føroysku kvinnunum er vinnutíttlekin 83 prosent, men í Íslandi er hann 75 prosent. Í danmark er vinnutíttleikin hjá kvinnum, 71 prosent í Danmark og 61 prosent í ES, sum heild. 

Í fjør vóru heili 85 prosent av teimum 15 til 74 ára gomlu í Føroyum, til arbeiðis.

Hesi seinastu árini hevur vinnutíttleikin ligið støðugt millum 83 og 85 prosent. Tað er sostatt ein stórur partur av fólkinum, sum hevur tilknýti til føroyska arbeiðsmarknaðin. 

Næsthægstan vinnutíttleika hevur Íslandi og har er hann 80 prosent. Í Føroyum og Íslandi er vinnutíttleikin munandi hægri enn í hinum Norðurlondunum.

Soleiðis hevur støðan verið í nógv ár. Í Svøríki og Danmark var vinnutíttleikin 74 prosent, og hann var 73 prosent í Noregi.

Mest lisið hesa vikuna

Eitt heilt óvanliga groft æl elvdi til stór skriðulop

8. juni kl. 08:30

Einar er farin

8. juni kl. 22:36

Føroyskur dansur og gott lag

Í gjár kl. 23:50

Kongshjúnini taka føroyingar á bóli

10. juni kl. 22:34

Myndir: Hotel Føroyar veistludøgurði

11. juni kl. 20:20

Myndir: Kongshjúnini vitja Tjarnir

11. juni kl. 15:00