Ongi úrslit

Onga altan til ungdómsíbúð!

Petur Asano
3 tímar síðan

Í gjár havi eg veri á valfundi hjá frihedsbrevet og kjakaðist um bústaðir. Har nevndi eg millin anna at altanir var púra óneyðugt. Hví segði eg tað?

Byggir “Bústaðir” íbúðir til ung?

Nei. Tíverri eru allar íbúðir, sum eru gjørdar, luksus-íbúðir. Ung, sum skulu flyta út frá foreldrunum, nýast ikki at hava stórar flottar íbúðir við altanum. Prísurin er alt avgerandi fyri tey ungu.

Prísir fram um komfort

Bústaðir má broyta mátan tey byggja uppá. Tey skulu droppa at gera íbúðir, sum øll kunnu búgva í, men byggja beinleiðis til tey ungu. Ein simpul íbúðarblokkur við lítlum íbúðum. Er tað væl gjørt nýtist ikki ein nýggjur arkitektur hvørja fer ein nýggjur íbúðarblokkur skal gerast. Fæst meira burturúr við ongum altani, so lat vera við at gera altan.

Tað privata skal eisini vera við

Grundin til høga prísin er útboðið, sum er for lágt. Bústaðir klárar ikki at byggja alt einsamalt. Tað privata má koma inn á bústaðarmarknaðin við bíligari íbúðum til øll. Tað skal verða lættari at fáa byggjiloyvi soleiðis at tað kann ganga enn skjótari. Byggikunngerin skal eisini broytast soleiðis at tað verður tillaga til føroyska viðurskifti.

“Bústaðir” má broytast.

Bústaðir sum alment partafelag kann ikki forseta við at byggja luksus íbúðir. Nú er nokk við at byggja á bestu (og dýrastu) grundøkjunum, tí tá eru ríkfólk og spekulantar skjót at keypa upp. Nei, bygg heldur har sum útsýnið er minni gott, tí so eri eg sikkur í at áhugin hjá teimum ríku minkar. Bústaðir skulu fokusera uppá tey ungu, sum koma á bústaðarmarknaðin fyri fyrstu ferð. Tá er tað prísurin og ikki staðsetingin, sum hevur týdning!

Bygg simpult. Bygg bíligt.!

Mest lisið hesa vikuna

Vil Sambandsflokkurin systematiskt velja børn frá?

9. mars kl. 15:03

Ávara føroyingar um at fremmandar maktir kunnu royna at ávirkan á valini

12. mars kl. 14:46

Ringar at skjóta niður

11. mars kl. 20:30

Barnakekk upp á 20.000 kr. – skattafrítt!

9. mars kl. 07:49

Dettur væntandi niður í nátt

10. mars kl. 23:57

Somu fólk elvdu til ófrið tvær ferðir - og slóu løgreglufólk

Í gjár kl. 09:13