Ongi úrslit

Olsenbandin stendur nú í Valby

Tað er eitt risa átak, hann hevur verið í holt við hesi seinastu seks árini.

Jóhanna Højgaard
2. juni kl. 20:00

Tað var við stórari uppmøting av pressu og áskoðarum, tá nýggja standmyndin av Olsen-bandanum varð avdúkað á Valby Tingsted í gjár sunnudag 1. juni.

-Vælkomin Olsenbandin til Valby Tingsted! Maðurin handan uppskotið til hesa standmynd, Henrik Hansen, mátti ímeðan hann talaði og bað vælkomin til torgið, fleiri ferðir taka seg saman og halda einum tári aftur.

Tað er eitt risa átak, hann hevur verið í holt við hesi seinastu seks árini, fyri at savna pening inn og fáa standmyndirna framleidda og setta upp í Valby, har fleiri partar av filminum vóru tiknir upp, í hølunum hjá Nordisk film.

Við stuðli frá Nordisk Film, fjepparafelagnum Olsenbanden og nógvum privatpersónum, sum eisini hava sett pening í verkætlanina, eydnaðist tað honum loksins.

Eisini vóru eftirkomarar og familja hjá teimum trimum leikarunum, sum í so mong ár spældu Kjeld, Benny og Egon, ávikavist Poul Bundgaard, Morten Grunwald og Ove Sprogøe til staðar.

Tey fingu æruna at taka presendingina av og sýna nýggju standmyndirnar fram.

Olsenbanden hevur eisini altíð verið vælumtøktur í Føroyum. Vit eru óivað nógv sum hava sitið ofta og flent frammanfyri skermin eftir teimun.

Eitt er altið sikkurt, Egon byrjar í hvørjum parti at siga “Jeg har en plan” og Yvonne, konan hjá Kjeld, setur teir altíð uppá pláss við sínari eyðkendu rødd.

Mest lisið hesa vikuna

Nýggj Dimmalætting í sølubúðunum. Lærarin elskaði at fáa flokkin at flenna eftir mær

1. juni kl. 20:40

Hetta slagið av ísi til børn er heilsuskaðiligt

Í gjár kl. 18:06

Kanning sigur at olivenolja møguliga fyribyrgir demens

1. juni kl. 12:10

Evropisk ráðstevna: Vit leita eftir føroyskari vitan

30. mai kl. 18:06

Eg fái ikki gron um konan ikki minnist til pápadagin

19 tímar síðan

Myndir: HB vann 2-1 móti Víkingi

29. mai kl. 17:48