Ongi úrslit

Øll kongsfamiljan rann í gjár

Tiltakið var fyrstu ferð hildið í 2018.

© Kongehuset
Jóhanna Højgaard
10. juni kl. 18:25

Nu verður ikki so leingi áðrenn Kongshjúnini byrjar sína almennu vitjan í Føroyum.

Hóast tað sigst at tey longu eru komun til landið, byrjar áhugaverda skráin í morgin kl. 09.00.

Tey skullu runt og vitja ymisk støð, bæði saman og hvør sær.

Sí skránna her Kongstjúnavitjanin

Óansæð um ein er royalistur ella ikki, er lítið at ivast í, at tað er eitt virkið par sum í fjør, tóku yvur trónuna frá Margretu drotning.

Í gjár luttóku tey bæði, eins væl og teirra fýra børn í “Royal Run”

Tiltakið var fyrstu ferð hildið í 2018. Tað var í sambandi við, at Fríðrikur, sum tá var prinsur, fyllti 50 ár. Hann fann sjalvur uppá tað.

Í 2020 mátti “Royal Run” avlýsast vegna Covid, men hevur tað annars øll árini verið sera vælumtøkt, eisini í Føroyum.

Fríðrikur kom til Klaksvíkar við "Royal Run" í 2019, men fekk tó ikki sjálvur runnið. Hann stríddist tá við einum diskusprolapsi, men hann fylgdi tó við á súklu.

Í gjár gekk tað so aftur fyri seg í 5 donskum býum. Útsellt var allastaðni og teinarnir sum veljast kundi ímillum, vóru sum altíð:

1 míl, kallaður "Family Mile", 5 km og 10 km, sum allir kunnu gangast ella rennast.

H.M. Friðrikur Kongur byrjaði dagin í Ribe har hann rann ein míl.

Aftaná Ribe fór hann til Horsens, har rann hann 5 km.

Hann endaði síðani dagin, við at renna 10 km í Keypmannahavn/Fríðriksberg.

Drotning Mary var í Korsør, har hon rann 5 km.

Krúnprinsurin Christian, rann saman við vinfólkum úr herinum í Viborg. Har rann hann 5 km- teinin.

Hini børnini, Isabella, Vincent og Josephine stóðu ikki á listanum, men tey tóku øll á bóli, tá tey stóðu við startlinjuna.

Prinsesse Isabella rann, saman við Prins Vincent og Prinsessu Josephine, "Family Mile"

Prinsessa Josephine rann heilar tríggjar ferðir. Eina ferð hvønn tein.

Mest lisið hesa vikuna

Eitt heilt óvanliga groft æl elvdi til stór skriðulop

8. juni kl. 08:30

Einar er farin

8. juni kl. 22:36

Føroyskur dansur og gott lag

Í gjár kl. 23:50

Kongshjúnini taka føroyingar á bóli

10. juni kl. 22:34

Myndir: Hotel Føroyar veistludøgurði

11. juni kl. 20:20

Myndir: Kongshjúnini vitja Tjarnir

11. juni kl. 15:00