Ongi úrslit

Okkara uppgáva er greið: Vit skulu toga Føroyar til vinstru

Millum annað hetta segði Aksel V. Johannesen floksformaður, tá ið Javnaðarflokkurin í dag hevði landsfund í Kollafirði

j.fo
2 tímar síðan

Aksel V. Johannesen segði millum annað soleiðis:

Vit eru farin í eina breiða samgongu. Vit hava valt at taka ábyrgd. At bróta blokkpolitikkin. Og at skapa loysnir, sum halda — eisini eftir næsta val.

Tí Føroyar standa á einum vegamóti. Búskaparliga. Demografiskt. Orkupolitiskt. Ríkisrættarliga.

Stóru avbjóðingarnar krevja breiðar semjur. Varandi semjur. Semjur sum halda yvir tíð. Og sum halda tvørtur um floksmørk.

Tað var orsøkin til, at vit góvu hesum samstarvinum ein veruligan kjans. Og fyribils hevur tað eydnast.

Okkara uppgáva er greið: Vit skulu toga Føroyar til vinstru.

Í samgonguskjalinum eru vit vorðin samd um fleiri stórmál: pensjónsaldurin, bústaðartrotið, ríkisfelagsskapin, kampus og eitt framsøkið grønt orkuskiftið, har SEV varðveitir sína støðu sum samhaldsfasta almenna elfelagið.

Lat ongan iva vera: So leingi Javnaðarflokkurin er í samgongu verða ongar almennar kjarnuuppgávur privatiseraðar.

Og vit eru samd um, at skil skal vera í fíggingini.

https://www.j.fo/ti%C3%B0indi-og-greinar/landsfundarroe%C3%B0an-2026?

Mest lisið hesa vikuna

Sjúrður Skaale og Ísrael - fiktión heldur enn fakta

13. apríl kl. 18:41

Hildu at flogfarið datt niður

13. apríl kl. 20:30

Silvurdrongur takkar fyri seg

16. apríl kl. 14:52

Verða Magn og Effo non-profit ella fái eg vinningsbýtið frá SEV?

12. apríl kl. 12:03

Tað er brot á mannarættindini

16. apríl kl. 13:47

Nógv havnarfólk hava havt vitjan av løgregluni í nátt

16. apríl kl. 07:41