Tað hevur verið rættiliga hált hesar seinastu dagarnar, men løgreglan sigur, at ferðslan hevur gingið væl.
Eingi størri óhapp hava verið, men nakrar ferðir er ringt til løgregluna at boða frá smærri óhappum - tað eru bilar, sum eru farnir á glið í eina veit, ella hava rakt okkurt, men talan er bara um smáttarí.
Hinvegin sigur løgreglan eisini, at tey fáa nakrar fráboðanir frá teimum sum rudda vegirnir fyri kava, og salta, at bilar standa so illa parkeraðir, at teir eru til fortreð, so teir sleppa ikki fram.