Ongi úrslit

Stuldur av ognum stórur trupulleiki í USA

Rætti eigarin kann enda á gøtuni.

Jóhanna Højgaard
26. mai kl. 15:15

Falsan av skjølum, fyri at flyta ognarrættin frá rætta eigara til seg sjálvan, er ein vaksandi trupulleiki í USA. Svikara brúka skiparnir lík tinglýsing.fo at úrvelja sær ognirnar, falsa fullmaktur, gávubrøv, testamentir og annað sum skal til fyri at yvirtaka ognirnar.

Tað er ymiskt hvussu sikkurheitin er runt USA, men í New York t.d. er líka lætt at koma inn á online dátugrunnin og síggja alt um hvørja ogn, sum her í Føroyum. Tað krevur tó at man hevur "Vangan" um man vil síggja øll skjøl.

Við falsaðum skjali í hondini, sum t.d. kann vera fullmakt við følskum undirskriftum hjá vitnum, er tað einasta ein svikari hevur brúk fyri, eitt falskt ID-prógv, ella falsaða undirskrift hjá ognara.

So ber til hjá teimun at selja húsini víðari og rætti eigarin kann enda á gøtuni. Eisini kunnu svikararnir veðseta húsini uttan at eigarin veit av nøkrum.

Umhvørvisstovan umsetur tinglýsingina av ognum í Føroyum. Tá man letur inn eitt skeyti ella eitthvørt annað, verður tað skrivað í dagbókina og síðani dagført í skipanini eftir málsviðgerð.

Skjøl vera samlaði saman og goymd, inntil tey nakrar ferðir árliga vera send til Danmarkar, at skannast inn á skipanina.

https://tinglysing.fo/

Mest lisið hesa vikuna

Eitt heilt óvanliga groft æl elvdi til stór skriðulop

8. juni kl. 08:30

Einar er farin

8. juni kl. 22:36

Føroyskur dansur og gott lag

Í gjár kl. 23:50

Kongshjúnini taka føroyingar á bóli

10. juni kl. 22:34

Myndir: Hotel Føroyar veistludøgurði

11. juni kl. 20:20

Myndir: Kongshjúnini vitja Tjarnir

11. juni kl. 15:00