Hugleiðingar og gomul minni
Eg veit. Eg átti at skrivað um valið, bæði løgtings- og fólkatingsvalið. Tað er ikki tað, at eg ikki hugsi um tað. Tað geri eg. Og nógv eisini. Men nú er tað hetta við, at onkuntíð fái eg eitt lesarabræv í høvdið, og tað fer ikki burtur aftur, fyrr enn eg seti meg við telduna og skrivi tað niður. Og júst hetta evnið havi eg ætlað at skriva um leingi.
Hetta er ein søga bæði um Fólkatingið og um Iran. Løgið, ha? Men les bara víðari.
Sum øll óivað vita, so varð pápi mín, Óli Breckmann, valdur sum føroyskt umboð á danating í heili 18 ár uttan steðg. Valdur aftur og aftur 17 ferðir uttan steðg í 36 ár. Okkurt val fekk hann fleiri persónligar atkvøður enn alt Tjóðveldi tilsamans, men tað er ein onnur søga til ein annan dag. Eg var ikki 2 ára gomul, tá ið hann varð valdur á danating fyrstu ferð. Tá hevði hann longu sitið sum løgtingsmaður í 8 ár.
Tá ið eg var lítil, tosaði pápi mín onkuntíð um Iran, og hvussu hann mintist nakrar góðar vinir úr Iran, sum lósu saman við honum í Edinburgh í tí tíðini, tá ið Iran hevði ein Shah – kong – og ikki prestastýri. Vit eru bæði søgunørdar, so eg elskaði at hoyra hann greiða frá, og eg kundi spyrja so nógv, sum eg vildi. Alt hús okkara var kjokkfult í bókum, so um hann ikki mintist okkurt, fór hann at leita, og tað gjørdi eg eisini, tá ið eg varð eldri. Aja, Tíðin áðrenn alnetið, tit.
Eina ferð, eg havi verið um 13 ára aldur, sluppu ein vinkona og eg við pápa mínum til Danmarkar. Hann skuldi arbeiða í Christiansborg. Tá høvdu vit føroyingar hvørki sendiharrar ella nakað annað embætisfólk, ið umboðaði okkum føroyingar uttanlands, so pápi virkaði sum øll hesi fólk tilsamans. Hann var sendiharri, embætisfólk, meklari, politikkari, ja enntá “detektivur” onkuntíð, men aftur: Tað er ein onnur søga til eina aðra tíð...
Vit vitjaðu sendistovur (minnist serliga væl taivanska sendiharran, sum tók so væl ímóti okkum), blíðar politikkarar og sjómansheimið Bethel, har pápi mín altíð gisti, tá ið hann var niðri. Men ein uppliving festi seg fast í minnið, og hesar seinastu dagarnar, síðani USA og Ísrael hava lopið á Islamistiska Lýðveldið Iran, havi eg serliga hugsað um hesa hending.
Pápi vildi, at vinkona mín og eg hittu hárfríðkannarkvinnuna í Fólkatinginum. Hon var nevnliga flýdd úr Iran sum ung. Hetta var ein sera fryntlig og tíðindafróð kvinna. Hon var meira enn fegin um at fortelja okkum báðum 13 ára gomlu um, hvussu hon flýddi úr Iran. Nú, tá ið eg eri vaksin og havið lisið nógvar frágreiðingar frá kvinnum, ið megnaðu at flýggja, síggi eg, at søgurnar ofta líkjast, men tað visti eg ikki tá. Hendan søgan var so ófatiliga óverulig fyri meg, ið hevði havt ein so tryggan og góðan uppvøkstur í heimsins besta landi – Føroyum. Men serliga minnist eg endan á søgu hennara:
“Eg slapp við einum flogfari, ið fór úr Iran. Tað var óveruligt, at eg var sloppin úr landinum, men eg var so bangin, tí hetta var eitt iranskt flogfar, so eg kendi meg ikki frælsa enn, og allar kvinnurnar vóru tvingaðar at vera í turriklæði um høvdið. So sigur flogskiparin brádliga úr hátalaranum: “Nú eru vit komin út úr iranskum loftrúmi. Tit kunnu taka turriklæðini av.” Vit allar róptu og grótu av gleði og rivu turriklæðini av høvdunum. Eg veit ikki, um eg nakrantíð sleppi aftur til eitt frælst Iran, men eg eri so óendaliga glað og takksom fyri at vera sloppin til Danmarkar.”
Á, hvat eg unni iranska fólkinum at sleppa undan islamska prestastýrinum. Sum tilkomin sá eg ein framúrskarandi dokumentar, sum ein iransk kvinna, ið var flýdd til Svøríkis, hevði framleitt. Hann var um drottningina úr Iran, sum nú býr í útlegd. (Leinkið er niðanfyri). Vil staðiliga viðmæla at hyggja at dokumentarinum fyri at skilja Iran betur.
Men aftur til okkum á klettunum: Gud havi takk og lov fyri Føroyar. Hvat skulu politikkarar gera annað enn at arbeiða fyri at gera landið enn betri? At syrgja fyri, at vit ikki gera somu mistøk sum grannalond okkara hava gjørt? Tað er tí, vit hava eitt løgting, og tað er tí, vit hava tveir sessir á danatingi. Latið okkum hvønn dag arbeiða hart fyri okkara elskaða land og fólk.
Dokumentarurin, ið eitur "The Queen and I", sí her: