Oddagrein: Ein nýggj tíðarrokning

Blaðið, sum tú situr við í hondini nú er eitt søguligt blað. Hetta er seinasta útgáva av Dimmalætting, sum verður prentað í Føroyum

Sveinur Tróndarson
22. juli 2021 kl. 18:02

Blaðið, sum tú situr við í hondini nú er eitt søguligt blað.

Hetta er seinasta útgáva av Dimmalætting, sum verður prentað í Føroyum, tí tá hesar útgávurnar av Dimmalætting, Sosialinum og Norðlýsinum eru pentaðar nú fyri ólavsøku, snarar Prentmiðstøðin lykilin um og gevst heilt við at prenta.

Sambært eigarunum er orsøkin tann einfalda, at bløðini nú hava so fáar útgávur, at tað ikki loysir seg hjá teimum at reka fyritøkuna, sum hevur havt hall uppá umleið eina hálva millión krónur um árið seinastu tvey árini, og við færri útgávum frá bløðunum eru ikki útlit til, at tann gongdin fer at batna.

Tí gjørdu eigararnir av Prentmiðstøðini av at steðga einastu rotatiónspressuni í landinum, og tað hendur nú undan ólavsøku.

Fyri okkum er tað hugstoytt, at tað endar sum tað ger. Tá Dimmalætting byrjaði aftur í 2014 var eitt av størstu ynskjunum hjá Poul Hansen, eigara, at prenta blaðið í Føroyum, og soleiðis byrjaðu vit eisini aftur. Men eru umstøðurnar sum tær eftir øllum at døma eru, ja, so fáa vit ikki gjørt so nógv annað enn at laga okkum til veruleikan sum hann er.

Vit hava funnið eina aðra loysn, sum er, at vit prenta blaðið í Keypmannahavn og flyta tað heim við flogfari. Tað broytir ikki so nógv uppá mannagongdirnar, bara tað, at evstamark flytir eitt hálvt samdøgur fram ella gott og væl tað.

Donsku prentsmiðjurnar eru eisini undir trýsti, tí eisini har eru broytingarnar í miðlaheiminum stórar, men har er talið av miðlum og uppgávum tað størri, at ikki allar prentsmiðjur eru komnar á fallandi fót.

Tí – og við góða loftvegis sambandinum við Keypmannahavn – ber til at prenta blaðið, so tað er í handlunum somu tíð, sum um tað varð prentað í Føroyum.

Kortini er tað øgiliga hugstoytt, at vit nú siga farvæl við júst hetta slagið av prenti, tí tað hevði verið nógv hugaligari, um vit kundu hildið fram at prenta blaðið herheima.

Men soleiðis fer tíðin, og broytingin, við øllum.

Eitt er tó greitt. Tað er, at hetta fer ikki at ganga út yvir, um Dimmalætting kemur út ella ikki. Tí vit halda fram.

Samstundis sum vit takka manningini á Prentmiðstøðini, bæði henni, sum er har nú, og teimum, sum hava verið har áðrenn, fyri gott samstarv og góðan arbeiðsinnsats, so fara vit við røttum ryggi undir tað, sum liggur fyri framman, tí vit kunnu ikki annað enn laga okkum til ta nýggju støðuna.

Tað er akkurát tað, sum vit fara at gera, tá blaðið kemur út aftur beint eftir ólavsøku.

Og júst ólavsøkan er tað, sum nú stendur fyri durum. Tjóðarhátíðin, har vit øll plaga at hittast í høvuðsstaðnum, til hugna og samveru, í góðum lag og helst eisini í góðum veðri.

Sjálvt um ikki øll eru við, so er hon landsdekkandi, tí hon hevur so nógv annað enn hinar summarstevnurnar, sum eisini hava stóran týdning fyri tey økini sum tær eru í. Og tey sum ikki eru við, kunnu vera tað kortini, ígjøgnum miðlarnar, sum í dag arbeiða á nógvum ymiskum pallum.

Lat okkum vóna, at vit sleppa at halda eina rímiliga vanliga ólavsøku, har vit virða tey tilmæli sum eru, men har vit eisini halda okkum at gaman. Tað eiga vit á eftir næstan hálvtannað ár í einari undarligari tómgongd.

Góða ólavsøku, øll somul, og minnist nú til at fara væl við hvørjum øðrum og um hvønn annan.