Ongi úrslit

𝐍𝐢𝐤𝐥𝐚𝐬𝐦ø𝐫𝐤 – 𝐧𝐲́𝐠𝐠𝐣𝐮𝐫 𝐛𝐲́𝐥𝐢𝐧𝐠𝐮𝐫 𝐢́ 𝐡𝐣𝐚𝐫𝐭𝐚𝐧𝐮𝐦 𝐢́ 𝐒𝐲ð𝐫𝐮𝐠ø𝐭𝐮

Tíðindaskriv
2. mars kl. 16:39

Býráðið í Eysturkommunu samtykti á býráðsfundi tann 26.02.26 at taka av tilboðnum hjá J&K Petersen, um at gera grundstykkir í nýggja býlinginum í hjartanum av Syðrugøtu. Arbeiðstakarasáttmálin varð undirskrivaður 02.03.26.

Talan er um 8 sethúsa grundstykkir, ið verða gjørd byggiklár. Harumframt eru 3700 fermetrar lagdir av til raðhús og íbúðarbygging. Tað verður J&K Petersen, ið koma at standa fyri arbeiðinum, og somuleiðis verður tað J&K Petersen, ið skulu standa fyri at byggja og selja raðhúsini. Her verður talan um áleið 15-17 raðhús, so samlaða talið av bústøðum í nýggja býlinginum verður 23-25 bústaðir.

Verkætlanin hevur verið ávegis í nøkur ár, og fyrsta prátið um lendiskeyp var í 2021. Fyri nakað av tíð síðani, varð avtala undirskrivað við Henning Larsen arkitektar um at tekna og prosjektera, umframt at SPENN hevur staðið fyri konstruktiónum og SMJ fyri El og HVS.

Arbeiðið er nú komið so mikið ávegis, at sáttmáli er undirskrivaður ímillum Eysturkommunu og J&K Petersen.

Borgarstjórin, Per Martin Gregersen, og Sigtór Petersen, stjóri í J&K Petersen, skrivaðu undir sáttmálan í býráðshúsinum mánadagin, 02.03.26.

Arbeiðið fer eftir ætlan í gongd í mars mánaði, og kemur væntandi at taka tað mesta av einum ári. Tá ið grundstykkini verða klár, verður lýst nærri, hvussu hesi verða seld borgarum.

Mest lisið hesa vikuna

Ársins Brita 2026

8. mars kl. 19:39

Vil Sambandsflokkurin systematiskt velja børn frá?

9. mars kl. 15:03

Barnakekk upp á 20.000 kr. – skattafrítt!

9. mars kl. 07:49

Dettur væntandi niður í nátt

19 tímar síðan

Stefan gevst í Sarpugerði

7. mars kl. 19:36

Búskaparráðið eigur at verða avtikið?

9. mars kl. 10:16