Tey bæði føroysku oljufeløgini, sum seinastu mongu árini hava havt duopol í Føroyum, fáa nú kapping frá einum sterkum føroyskum oljufelag, sum tekur kappingina upp við gomlu oljufeløgini. Og av tí, at eigararnir av nýggja oljufelagnum í dag keypa fjórða hvønn litur av olju, sum verður seld í Føroyum, so verður hørð kapping við gomlu oljufeløgini frá fyrsta degi.
Talan er um eini fýra-fimm føroysk reiðarí, sum fara at stovna nýggja oljufelagið. Tey fara sjálvandi at selja olju til øll síni skip, og harvið hava tey longu fjórðingin av føroyska marknaðinum tá tey byrja. Síðani kunnu tey taka kappingina upp um olju til føroysku húsarhaldini, SEV og aðrar stórar kundar. Um felagið eisini fer at selja diesel og bensin til bilar vita vit ikki, men tey kunnu so taka kappingina upp.
Dimmalætting hevur spurt Róa Kalsø, sum sigst vera ein av fyrireikarunum av nýggja oljufeløagnum, men hann hevur onga viðmerking.
– Spyr meg aftur í næstu viku, sigur hann, tá Dimmalætting spyr.