Í ár er ferðslan gjøgnum Vága Floghavn vaksin munandi, samanborið við sama tíðarskeið í fjør. Í fyrsta hálvári í ár, hava 12,9% fleiri fráferðir og komur verið í mun til í 2024 – tað vil siga 2800 flogferðslur í ár í mun til 2500 í fjør. Tølini fevna um bæði vanliga flúgving, farmaflogfør, tyrlur og charter-túrar.
Eisini ferðafólkatalið vísir greiðan vøkstur. Tað eru 4,7% fleiri ferðandi í ár samanborið við fyrsta hálvár í fjør. Samlaða talið fyri fyrstu seks mánaðirnar í 2025 er yvir 200.000 ferðandi, og tað er fyrstu ferð, at hettar talið verður rokkið so tíðliga á árinum.
– Tá vit tosa um 400.000 ferðandi, er talan um bæði fráferðir og komur – sostatt talið av individum, sum fara gjøgnum flogvøllin báðar vegir, greiðir stjórin frá.
Hann staðfestir tó, at størsti parturin av ferðafólkunum eru framvegis føroyingar, hóast nógv bendir á vøkstur innan ferðavinnuna.
– Meir enn helvtin av teimum eru føroyingar. Av teimum 200.000 ferðandi eru umleið 100.000 útlendingar. Av útlendingunum verður mett, at ein triðingur er her í arbeiðsørindum – og tey ferðast ofta inn og út aftur skjótt. Turisman í Føroyum er tí ikki so stór, sum nógv halda, sigur Regin Jakobsen.
Skipanin, har ferðafólk skráseta seg áðrenn tey fara ígjøgnum trygdareftirlitið, gevur eina greiða mynd av, hvønn tjóðskap ferðandi hava. Tey vanligastu londini eru beinleiðis skrásett, meðan onnur verða løgd í bólkar sum "Asia", "USA" og líknandi.
Út frá hesi skráseting sigur stjórin, at:
51% av ferðandi eru føroyingar, búsitandi í Føroyum ella uttanlands
49% eru útlendingar, harav 20% eru danir
Nýggj met síðani 2023
Sambært Regin, hava tey sett nýtt met hvørt ár síðani 2023, og vøksturin heldur fram. Hetta bendir á, at eftirspurningurin eftir flogferðslu til og úr Føroyum er støðugt vaksandi – men eisini at flogvøllurin er undir trýsti at menna seg og laga seg til eitt vaksandi ferðafólkatal.