Ongi úrslit

Nýtt átak frá Visit Faroe Islands skal spjaða ferðafólk

Í nýggja átakinum hjá Visit Faroe Islands er endamálið at bróta vanligu ferðamynstrini og at geva ferðafólki nýggjar, óvæntaðar upplivingar í Føroyum. Í átakinum verða ferðafólk eggjað til at seta seg handan róðrið og koyra avstað, uttan at vita hvagar leiðin gongur.

Visit Faroe Islands
8. juli kl. 10:00

Ein altjóða trupulleiki – ein føroysk loysn

Ein frágreiðing frá kendu greiningarfyritøkuni McKinsey frá 2024 vísir, at 80% av øllum ferðafólkum

í heiminum fara til tey somu 10% av heimsins kendastu ferðamálunum.

“Um allan heimin flokkast ferðafólk til somu kendu støð, so eisini tey kunnu fáa eyðkendu myndina

av víðagitnu støðunum. Fólk eru stýrd av algoritmum og sosialum miðlum, sum skapa eina

óendaliga ringrás, har myndir frá kendum ferðamálum draga fleiri ferðafólk til neyvt somu støð.

Úrslitið er einsháttaðar upplivingar og støð, sum fáa ov nógv vitjandi”, sigur Guðrið Højgaard, stjóri

fyri Visit Faroe Islands.

“Eisini her í Føroyum hava vit merkt vaksandi trýst á ávís støð, og nú royna vit at broyta hetta –

bókstaviliga.”

Múlafossur í Gásadali, Vitin á Kallinum, Trælanípa og Tjørnuvík hava í langa tíð verið millum tey

mest vitjaðu støðini. Men við 30 sergjørdum rutum verður ljós varpað á fleiri av teimum minni

kendu, men eins vøkru og sermerktu støðunum kring landið. Endamálið er at geva ferðafólki høvi

at uppliva minni vitjaðar og ókendar perlur, sum vanliga ikki eru partur av túrinum, tá fólk vitja

landið.

Soleiðis gongur tað fyri seg

Átakið er ment í tøttum samstarvi við 62N Bilaleigu, sum bjóðar leigubilar til endamálið. Fyri at leiga

hesar serligu bilarnar krevst bara at ein skrivar undir uppá at fylgja GPS-leiðbeiningunum hjá

bilinum – uttan at vita, hvar ein fer.

Tá bilurin er leigaður, skannar ferðafólkið eina QR-kotu, sum tendrar GPS-leiðbeiningar til eina

serliga rutu, sum er full av óvæntaðum steðgum gjøgnum dagin. Hvør túrur tekur millum tríggjar til

seks tímar og fevnir um fýra til seks áhugaverd støð runt landið. Hin ferðandi sær bara eitt stað í

senn, so kenslan av at sleppa stýringini og at vera á ævintýrferð til nýggj, spennandi støð verður

varðveitt. Á leiðini deilir skipanin eisini søgur og staðbundna vitan. Skipanin er gjørd soleiðis, at

eingin fær somu ferðaleið samstundis. Hvør uppliving er sniðgivin, so hon kennist persónlig og

serstøk við stuttligum søgum ella serligum aktivitetum á hvørjum steðgi.

Útgangsstøðið er tað staðkenda

Leiðbeiningarnar eru settar saman við nærlagni og taka allar støði í lokalari vitan og tí staðkenda,

so vit vísa gestunum vøkur og serlig, men ofta yvirsæð støð í Føroyum.

“Tað eru føroyingar sum hava gjørt ruturnar – og tankin handan hvørja rutu er at vísa ferðafólki

sumt av tí, sum vit sjálvi gera. Vit vilja fegin geva teimum eina meira veruliga ella sanna uppliving,”

sigur Marta Káradóttir, samskiftisleiðari hjá Visit Faroe Islands og verkætlanarleiðari handan átakið.

“Vit biðja í veruleikanum bara ferðafólk um at sleppa teymunum eina løtu. Tí tá ið tú ikki veitst, hvat

bíðar handan næsta sving, letur tú upp fyri tí nýggja og óvæntaða. Tú sært ymiskt vakurt, sum tú

ikki hevði ætlað. Vit royna við hesum at bróta mynstrini og flyta okkum aftur til tað, sum ferðing

eigur at snúgva seg um – at víðka sjónarringin og hugdýpa seg í staðið, tú vitjar.” sigur Marta

Káradóttir.

Ein skipan, ið spjaðir og vekur hugflogið

Tríggir serligir leigubilar eru partur av átakinum, men allir leigubilar í Føroyum kunnu lættliga verða

partur av átakinum. Skipanin, sum byggir á Google Maps, er ókeypis og atkomulig fyri allar

leigubilar – einasta kravið er sum nevnt, at tann, sum leigar bilin góðtekur treytirnar og fylgir

leiðbeiningunum.

Skipanin byggir á tað arbeiði, sum Visit Faroe Islands fyrr hevur gjørt saman við Google um

Google Sheep View.

Bilarnir kunnu leigast frá 8. juli og prísurin er hin sami sum fyri aðrar leigubilar.

Við átakinum vónar Vist Faroe Islands, at ferðafólk fara at taka av møguleikanum at fáa eina meiri

fjølbroytta og óvæntaða uppliving. Samstundis er vónin, at hetta kann vera við til at taka trýstið av

ávísum støðum, sum fáa heldur nógv vitjandi um summarið. Vit fegnast um at stóri amerikanski

tíðindamiðilin Forbes longu hevur víst átakinum ans.

Gjørdu túrarnir eru til støð í meginøkinum eins og til Suðuroynna.

Fyri meira kunning, vitja: visitfaroeislands.com/cars

Mest lisið hesa vikuna

Fólk hava sakna hesar viðgerðirnar í Føroyum

10. oktober kl. 13:15

Tá luksus verður normalt, og ein bústaður verður luksus

Í gjár kl. 16:56

Hekkuportrið kundi havt kostað hundraðtals lív

9. oktober kl. 17:21

Hanus G. Johansen er farin um sýn

11. oktober kl. 15:20

EFTIRLÝSING!

7. oktober kl. 22:15

Fór á sjúkrahús eftir ógvusligt ferðsluóhapp í Vestmanna

12. oktober kl. 09:14