Ongi úrslit

Nýggjur sáttmáli undirskrivaður við Flogskiparafelag Føroya

Føroya Arbeiðsgevarafelag og felagið fyri flogskiparar hava skrivað undir nýggjan tvey ára sáttmála

industry.fo/Føroya Arbeiðsgevarafelag
15. apríl 2025 kl. 11:57

Føroya Arbeiðsgevarafelag og Flogskiparafelag Føroya eru komin ásamt um nýggjan tvey ára sáttmála. Talan er um sama lønarkarm, sum semja hevur verið um á privata arbeiðsmarknaðinum í hesum samráðingartíðarskeiði, ið byrjaði 1. mai 2024.

Semjan hevur við sær, at lønin hækkar 4,32% 1. apríl 2025 og 3,87% 1. apríl 2026. Aðrar broytingar og tillagingar eru eisini gjørdar í sáttmálanum, sum inniheldur krøv frá báðum pørtum.

Mest lisið hesa vikuna

Ársins Brita 2026

8. mars kl. 19:39

Vil Sambandsflokkurin systematiskt velja børn frá?

9. mars kl. 15:03

Barnakekk upp á 20.000 kr. – skattafrítt!

9. mars kl. 07:49

Dettur væntandi niður í nátt

Í gjár kl. 23:57

Ringar at skjóta niður

20 tímar síðan

STRIKA GJALDIĐ Á TÓM HÚS

9. mars kl. 19:42