Ongi úrslit

Nýggjur og spennandi kapitul á Grafia

Á myndini eru Anna Simonsen, Jastrid Gullaksen, Erla Mortensen og Gunvá við Keldu, nevndarforkvinna
Tíðindaskriv
Í gjár kl. 12:54

Frá 1. Juni 2025 leggja grafisku virkini Grafia og Anna & Annað saman, undir navninum Grafia. Jastrid Gullaksen hevur valt at takka fyri seg, og fer frá sum stjóri í felagnum. Anna Simonsen, sum hevur rikið fyritøkuna Anna & Annað, tekur við sum stjóri.

Síðani 2019 hava Grafia og Estra haft somu eigarar, og tískil fer Grafia undir ein nýggjan spennandi kapitul í hølunum hjá Estra í Syðrugøtu. Skrivstovurnar í Klaksvík lata aftur, men grafiska virksemi við sniðgeving til prent, print, folio og talgildar miðlar heldur fram.

Á Grafia starvast nú Erla Mortensen og Anna Simonsen, sum báðar hava drúgvar royndir innan sniðgeving. „Vit síggja fram til eina spennnandi framtíð og vóna at góða samstarvi við kundar okkara heldur fram.“

Eru spurningar, ella hevur tú eina uppgávu, eru øll altíð vælkomin at ringja á tel. 202525 ella á [email protected].

Mest lisið hesa vikuna

Eitt heilt óvanliga groft æl elvdi til stór skriðulop

8. juni kl. 08:30

Einar er farin

8. juni kl. 22:36

Føroyskur dansur og gott lag

Í gjár kl. 23:50

Kongshjúnini taka føroyingar á bóli

10. juni kl. 22:34

Myndir: Hotel Føroyar veistludøgurði

11. juni kl. 20:20

Myndir: Kongshjúnini vitja Tjarnir

11. juni kl. 15:00