Ongi úrslit

Nýggjur leiðari settur í Kvinnuhúsinum

Asløg Schytter Andersen verður nýggjur leiðari í Kvinnuhúsinum frá 1. juni.

© Edmund Jacobsen
Asløg Schytter Andersen verður nýggjur leiðari í Kvinnuhúsinum frá 1. juni.
Edmund Jacobsen
1 tími síðan

Tað upplýsir Kvinnuhúsið. Hon kemur úr einum starvi hjá Landsverki, har hon hevur arbeitt við samskifti, leiðsluráðgeving og skipanarmenning.

Asløg Schytter Andersen hevur drúgvar royndir innan strategiska menning, verkætlanarleiðslu og samskifti. Í sínum fyrra starvi hevur hon arbeitt við menning og ráðgeving í skipanum, sum eru tengdar at almennum virksemi.

Hon er 38 ára gomul, úr Danmark, og hevur búð í Føroyum síðani 2022. Hon er cand.mag. innan antropologi við sergrein í javnstøðuspurningum og empowerment-háttum. Henda fakliga bakgrund gevur henni serligan kunnleika innan samfelagsligar avbjóðingar og arbeiði við menniskjum.

Vil arbeiða fyri tryggari samfelagi

Sambært henni sjálvari er arbeiðið ein persónlig hjartasak:

“Tađ er ein hjartasak hjá mær, at vit øll kunnu vera partur av einum tryggum og fríum samfelagi, har okkara rættindi eru tryggjað.”

Hon sigur eisini, at hon gleðir seg til samstarvið við aðrar aktørar og til at menna Kvinnuhúsið víðari:

“Eg gleði meg til samstarvið við allar aktørar á økinum, og gleði meg til at menna Kvinnuhúsið saman við mínum nýggju starvsfeløgum, so vit eisini framyvir standa sterk sum ein kreppumiðstøð við høgari fakligheit innan harðskap, menna okkum sum vitanarstovnur og geva trygga og fakliga ráðgeving til øll, ið hava tørv á okkum – uttan mun til kyn,” sigur Asløg Schytter Andersen.

Mest lisið hesa vikuna

Finst hvassliga at samgonguni: Eg havi ikki brúk fyri pengunum

Í gjár kl. 08:19

Óhugnaligt rák vindur uppá seg

Í gjár kl. 21:05

Fer at kanna møguleikan fyri at byggja eitt nýtt Løgtingshús

24. apríl kl. 08:39

Hevði gloymt at fáa sær føroyskt koyrikort - fær 5.000 krónur í bót

27. apríl kl. 07:44

Maðurin situr enn í varðhaldi

Í gjár kl. 19:00

Erika Kirk til staðar undir skottilburðinum

26. apríl kl. 14:01