Ongi úrslit

Nýggjur variantur í Svøriki

- Tað er ikki ómøguligt, at vit fara at síggja ein øking í Svøríki yvir summarið.

Jóhanna Højgaard
8. juni 2025 kl. 17:55

Covid-varianturin Omikron minnast flest okkara sikkurt. Millum annað hevði hann tann eginleikan, at hann var nógv meira smittingarsamur enn undanfarnu variantarnir. 

Nú er enn ein nýggjur, muteraður Corona- variantur komin og er hann júst uppdagaður í Svøríki. Hettar skrivar Aftonbladet.

Talan er um variantin við navninum NB.1.8.1, eisini kallaður Nimbus.

Hann hevur longu breitt seg í Asia, men er altso nú eisini uppdagaður í nøkrum fáum førum í Svøríki.

-Tað er ikki ómøguligt, at vit fara at síggja ein øking í Svøríki yvir summarið, sigur stats-farsóttarfrøðingurin Magnus Gisslén frá Universitetinum í Sahlgrenska Akademi.

Ein annar serfrøðingur í smittumedisini, Jens Lundgren sigur

- Vit skulu avgjørt ikki stúra fyri nýggja variantinum. Tað er hent rættiliga nógvar ferðir seinastu fimm árini, at ein nýggjur variantur kemur fram, sum hevur muterað.

Mest lisið hesa vikuna

Ársins Brita 2026

8. mars kl. 19:39

Vil Sambandsflokkurin systematiskt velja børn frá?

9. mars kl. 15:03

Ávara føroyingar um at fremmandar maktir kunnu royna at ávirkan á valini

12. mars kl. 14:46

Barnakekk upp á 20.000 kr. – skattafrítt!

9. mars kl. 07:49

Ringar at skjóta niður

11. mars kl. 20:30

Dettur væntandi niður í nátt

10. mars kl. 23:57