Forsøgn galdandi til hósmorgunin
Frískur vindur upp í hvassan vind vestan, 10 til 15 m/s. Skiftandi skýloft og okkurt ælið. Hitin 5 til 8 stig. Seinnapartin veksandi upp í strúkur í vindi upp í skrið, og hann gongur upp í útnyrðing, 13 til 18 m/s. Tað dregur á luftina til skýggjað og ælaveður. Tað verður kaldari, millum 2 og 5 stig. Í kvøld veksur hann vindin upp í hvassan vind ella skrið, 15 til 20 m/s; í støðum eitt skiftið upp í 23 m/s. Skýggjað og regn ella vátakavi. Í nátt strúkur í vindi upp í skrið norðan, 13 til 18 m/s. Skýggjað og vátakavi ella kavi. Hitin millum -1 og 4 stig.
Hósdagin
Strúkur í vindi upp í skrið norðan, 13 til 18 m/s. Skýggjað og kavi. Hitin -2 til 3 stig.
Fríggjadagin
Strúkur í vindi upp í skrið norðan, 13 til 18 m/s. Skiftandi skýloft og kavi. Hitin -3 til 2 stig.
Leygardagin
Frískur vindur upp í strúk norðan, 8 til 13 m/s. Skiftandi skýloft og kavi. Hitin -3 til 2 stig.
Sunnudagin
Frískur vindur upp í strúk norðan, 8 til 13 m/s. Skýggjað og kavi. Hitin -3 til 2 stig.
Mánadagin
Frískt lot til frískan vind norðan, 5 til 10 m/s. Eitt skiftið lítið lot, minni enn 5 m/s. Skýggjað og kavi. Hitin -3 til 4 stig.