Nýggi stuðulin er tilsamans 55 milliónir krónur og fer til arbeiðið, sum verður gjørt í Gaza av UNRWA, heilsustovnum, WHO og DIGNITY.
Stuðulin til UNRWA skal stuðla arbeiðinum hjá felagsskapinum at nøkta grundleggjandi tørvin hjá 1,9 milliónum palestinarum í Gaza og 275.000 palestinarum á Vesturbrúnni, herundir bráðfeingis læknahjálp, reint vatn og reinførisviðurskifti.
Hóast ísraelsku avmarkingarnar á menniskjaligari atgongd, veitir UNRWA framvegis menniskjaligt virksemi í Gaza. UNRWA veitir framvegis umleið helvtina av øllum læknasamráðingum í Gaza, býtir út yvir tríggjar milliónir litrar av vatni um dagin, veitir skjól til yvir 100.000 fólk og veitir fjarundirvísing til yvir 270.000 børn.
WHO hevur til endamáls at økja um atgongdina hjá palestinarum til tær mest grundleggjandi heilsutænasturnar við at seta flytandi læknaneyðtoymi í verk og stuðul til samskipan av menniskjaligum heilsuátøkum.
DIGNITY skal hjálpa til, við at kanna um pínsla og onnur møgulig krígsbrotsverk eru undir krígnum í Gaza. Stuðulin skal eisini veita psykososiala hjálp til, upp til 1.200 traumatiseraðar palestinar í Gaza og Vestara Áarbakka.
Lars Løkke Rasmussen, uttanríkisráðharri, sigur:
- Menniskjaliga støðan í Gaza hevur ikki verið verri, síðani ósemjan byrjaði fyri næstan tveimum árum síðani. Danmark hevur seinastu árini økt munandi um sín stuðul til sivilfólkið í Gaza, og í dag seta vit enn ein stuðulspakka í verk, sum fer at gera ein ítøkiligan mun fyri palestinsk sivilfólk.
Stuðulspakkin er býttur upp í 30 milliónir til UNRWA, 20 milliónir til WHO og 5 milliónir til DIGNITY.
Síðani oktober 2023 hevur Danmark tilsamans veitt umleið 930 milliónir krónur í humaniterum stuðli til Palestina.