24 ára gamla Laila Neshamar og 21 ára gamla Marin Jakobsen løgdu fyri góðari viku síðani fyrsta part av poddvarpi teirra “Krákan og Grísurin” út. Nógv kenna tær helst frá Instagram, har tær báðar eru ávirkarir við hvør sínum vanga undir heitunum “Krákumamman” og “Rúmdargrísurin”.
Laila og Marin mettu, at áhugin og eftirspurningurin eftir poddvarpinum var til staðar. Tað var eisini upplagt, eftirsum tær báðar eru í barnsburðarfarloyvi samstundis.
- Somuleiðis mettu vit at vit høvdu persónligheitirnar og førleikarnar at gera tað áhugavert og stuttligt fyri lurtararnar, greiða Laila og Marin frá.
Laila og Marin eru fyrst og fremst kendar frá Instagram, har tær eru eyðkendar fyri at ikki balla tingini inn. Tær eru húðærligar, og blogga um alt tað, sum lívið hevur við sær sum ung mamma. Í poddinum, sum snýr seg um samlív eftir føðing, sigur Laila m.a.:
“Eg hevði nógv meir hug til sex aftaná tann fyrsta barnsburðin. Nú havi eg slet ikki tann sama hugin og tað er faktiskt nokkso stuttligt, tí í okkara forholdi havi eg altíð verið tann, sum hevur havt meiri hug til sex. Nú eri eg í ‘undirlutanum’ og orki ikki líka væl, tí eg havi hetta barnið hangandi á mær allatíð og nú føli eg, at hann ordiliga vil.”
Poddurin hevur ongan fastan leist, uttan tað, at ein nýggjur partur kemur út hvønn mikudag. Laila og Marin greiða frá, at tær ikki eru bangnar fyri at siga ærligar hugsanir og at tann hátt provokera eitt sindur:
- Poddurin snýr seg um alt og einki. Vit velja okkum eitt evni til hvønn part, ið vit halda vera áhugavert. Vit siga okkara ærligu meining og greiða frá okkara royndum. Vit fara at taka mong áhugaverd evni upp komandi vikurnar. Somuleiðis fara vit at greiða frá spennandi upplivingum og royndum, hava gestir, sálarfrøðingar, spurningar og tvístøður við í poddvarpinum, greiða Laila Neshamar og Marin Jakobsen frá.
Laila Neshamar er 24 ár, býr í Tórshavn og eigur synirnar Esekiel og Jeremias saman við sjeikinum Fróða. Í løtuni eru hon i barnsburðarfarloyvi, men vanliga lesur hon til fólkaskúlalærara á Fróðskaparsetri Føroya.
- Í frítíðini dámar mær væl at vera kreativ og í sving og havi oftast eina rúgvu av bóltum í luftini samstundis. Somuleiðis brúki eg fríløturnar á Instagram sum ávirkari, har eg havi vangan “Krákumamma” greiðir Laila Neshamar frá.
Marin Jakobsen er 21 ár og eigur ein son og eina dóttir. Í løtuni er hon er barnsburðarfarloyvi, og hevur áðrenn gingið á miðnámi á Glasi.
- Í fríðtíðini dámar mær væl, at brúka tíð saman við børnunum og mínum fitta sjeiki. Vera úti í frísku luftini, hyggja at eini seriu ella gera brunsj ein leygarmorgun. Umframt hetta, eri eg ávirkari saman við sjeikinum, Kristian. Vit hava ein vanga á Instagram, sum eitur Rúmdargrísarnir. Vit hava nýliga keypt hús og tað er millum annað tað, okkara Instagramvangi snýr seg um. Vit leggja út um okkara familjulív og nú eisini um okkara umbygging.
Laila og Marin eru sera fegnar um móttøkuna av nýggja poddvarpinum, og liggja tær longu nummar 5 á ‘Top podcast’ listanum í danska kongaríkinum, har listin annars gongur upp í 200.
- Poddurin er móttikin betur enn nakrantíð væntað. Meginparturin av lurtarunum eru kvinnur, men áleið 20-30% eru menn. Tó vænta vit, at nøkur av komandi evnunum fara at fanga og hava áhugan hjá mannfólkum eisini. Í løtuni eru vit nummar 5 á “Top Podcast” listanum í danska kongaríkinum. Hetta vísur bara á ovurstóra áhugan og eftirspurningin eftir føroyskum poddum og øllum tí, sum vit seta orð á.
At enda greiða Laila og Marin frá, at hetta enn bara er eitt frítíðarítriv, og at alt verður gjørt við telefonini.
- Vit eru báðar lesandi og í løtuni í barnsburðaðrfarloyvi, so tískil er peningurin ikki nógvur til at keypa útgerð. Tað kann føra til, at vit fara at leita eftir stuðulsmøguleikum til poddarnar, so at vit kunnu betra um góðskuna á tilfarinum, enda Laila Neshamar og Marin Jakobsen.
Tað ber til at lurta eftir poddinum á Spotify, ella við at trýsta her.